Á skránni var millum annað val av formanni og tveimum nevndarlimum.
Verandi formaður, Ólavur Gunnarsson, var einasta valevni til formansstarvið, og sostatt heldur hann fram sum formaður komandi trý árini.
Til nevndarvalið stóðu Regin Meyer Olsen og Berit Hovsgarð fyri vali.
Regin Meyer Olsen varð afturvaldur, og nývaldur í nevndina varð Tummas Eli Høj Joensen.
Til tiltakslimir vóru valdir Róald Johannesen og Poul Heri Selfoss.