Ólavur á Váli Olsen verður hetta vikuskiftið á konsertferð í Føroyum. Saman við bólki sínum fer hann at spæla tríggjar konsertir.
Fyrsta konsertin verður á Reinsarínum í Havn í kvøld. Fríggjakvøldið spælir Ólavur í Spaniastovu í Klaksvík, og leygarkvøldið verður konsert í Listastovuni í Miðvági.
Ólavur á Váli Olsen fer at spæla sangir, hann hevur givið út seinnu árini.
Bólkurin hjá Ólavi er mannaður við John Johansen (bass og kór), Magna Husgaard (ljómborð), Jóhan Ziskason (el-gittar) og Henningi Nicodemussen (trummur og kór).