Eisini hava vit lisið greinar í bløðunum um, at fleiri kendir menn fyri ikki so langari tíð síðani hava rundað ta hálvu øldina. Sum dømi kunnu vit nevna løgtingsmannin Tórbjørn Jacobsen, vinnulívsmannin Jóhan Páll Joensen, fótbóltssnillingin Richard Schwartson, TB-tvíburarnir Trónd og Ásmund Nolsøe, umframt útvarpsstjóran Jógvan Jespersen. Tað vil siga, at teir eru føddir um tað mundið, tá omanfyri nevndu hendingar eru farnar fram.
Í hesum stóra skara av føðingum í 1956 var Ólavur bróður borin í heim á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Og hóast hann longu tá bardist við brek og noyddist niður fleiri ár á rað, so kom hann væl fyri seg, so við tíðini var og er hann ein bóltsnillingur sum fáur.
Kanska var tað júst tað, at tú í mun til aðrar dreingir sum smádrongur fór til Keypmannahavnar, og har saman við Rólanti pápabeiggja, sum búði í Herlev, sást tær stóru stjørnurnar í Københavns Boldklub, ið gjørdi sítt til, at tú fekst so stóran áhuga og ikki minni bóltførleika.
Við okkum yngru tosaði tú tíðum um heimsstjørnurnar Pelé og George Best, um danska bótsnillingin Ole Madsen, og ikki minst var tú errin av Kresten Bjerre sum fótbóltsspælara.
Av og á nevndi tú málrevin frá 1961, Harald Nielsen ella »Guld-Harald«, sum í 1961 gjørdist professionellur fótbóltsspælari í italska felagnum Bologna. Hetta hevði Rólant lisið fyri tær úr donsku pressuni. Sjálvandi hevur tað vakt undran hjá einum so ungum dreingi, at ein spælari tá í tíðini kundi fáa løn fyri at spæla fótbólt.
Í býlinginum á Lítlubrekku í Klaksvík høvdu vit dreingir eitt lið ella felag, sum vit kallaðu Lítlubrekku Bóltfelag, stytt LB, sum tú sjálvandi vart sera virkin í. Tú vart talsmaður og ígongdsetari fyri ein kapping millum býlingar kring vágna, og hon var so væl fyriskipað, at tað í grundini var eitt slag av HM-kapping, ið vit kunnu kalla KM-kapping, tí hon stutt og greitt snúði seg um, hvør kundi gerast Klaksvíks Meistari.
Undan kappingini hevði tú sligið upp á pelarnar kring býin, har tað stóð, hvør spældi móti hvørjum og nær, júst sum vit síggja hetta í dag, men bara í bløðunum í staðin. Kappingin var akkurát sum tær stóru eru tað enn, tí har vóru bæði innleiðandi umfar, hálvfinala og finala.
Sum smádrongur vart tú meira enn nakar annar áhugaður í útlenskum fótbólti, og tí fekst tú javnan bløð sendandi frá ymsum »fanklubbum«. Hesi bløð komu einar fýra ferðir um árið, og hvørja ferð vaktu tey ans hjá fleiri dreingum, sum flokkaðust forvitnir rundan um teg at síggja tað nýggjasta nýggja, sum var at siga um fótbólt uttan úr stóru verð.
Hesi bløð høvdu myndir av spælarum og hvørjum búnum teir spældu í, ja, enntá í litum. Eg minnist, at tú gavst boð um, at LB skuldi spæla í gulari troyggju, bláum stuttibuksum og bláum hosum. Og helst skuldu hosurnar hava tríggjar gular strípur ovast við knæið, so spælararnir hjá LB av álvara líktust teimum hjá Brasil í øllum førum á búnunum soleiðis sum klæðini sóu út tá. Vit gjørdu allir, sum vit vóru bidnir, og fóru oman í málingahandilin hjá Dánjal málaranum at keypa liting, so mammurnar kundu lita undirtroyggjurnar gular, alt eftir boðum frá tær.
Í hesum fótbóltsbløðunum bar til at bíleggja Super 8-filmar, og tað gjørdi tú eisini dúgliga. Eins og øll fótbóltsfeløg í dag, skuldi Lítlubrekku Bóltfelag jú hava inntøkur, so ein biografur varð settur á stovn. Í kjallaranum hjá vinmanni tínum, LB-miðvallaranum Pidda Hjelm, sum nú er skúlastjóra við Ósaskúlan í Klaksvík, fekst tú »biografloyvi«, og so varð farið í gongd.
Filmstól varð keypt ella lánt, og vóru vístir filmar við bæði teimum bestu driblingunum og fintunum hjá Pelé, George Best og øðrum. Eisini útvegaði tú nógvir fótbóltsdystir úr Brasil, Danmark og Onglandi, so LB fekk heilt fitt av inntøku burturúr. Peningurin fór til at keypa bóltar, kálk, málstendur og trol, og enntá hornafløgg vórðu eisini keypt til vøllin hjá LB. Her var eingin slingur í valsinum, og alt skuldi vera »akkurát sum ordiligt«, og tað var tað!
Tú vart ein av berandi kreftunum á teimum KÍ-liðum, tú spældi við á sum ungur. Tú vart eyðsýndur á vølli við tínum driblingum og fintum, og altíð vart tú klárur at vegleiða hinar, um teir eisini vildu sleppa at læra eina »útlenska fintu« ella báðar tvær.
Tú ert klaksvíkingur um ein háls, tí tá tú vart liðugur í real í Klaksvík, so fórt tú á Føroya Studentaskúla í Hoydølum. Men hóast tað hevði verið ólíka lættari at búð hjá familju í Havn, so valdi tú at sigla við Pride hvønn dag aftur og fram. Men tað skuldi ikki ganga meiri enn eitt ár, til tú fekst møguleikan at ganga í skúla í heimbýnum, tí longu árið eftir var HF-skeið sett á stovn í Klaksvík og so helst tú fram har.
Tú hevði sett tær hægri mál og vart noyddur at fara niður at ogna tær hægri útbúgving. Eftir lokna útbúgving komst tú so heimaftur og setti búgv í Hoyvík. Í Havn vart tú virkin í B36, har tú sum venjari hjá ungdóminum helst manst hava lagt gott í beinið hjá onkrum talenti, sum spælir í dag.
Enn einaferð kom klaksvíkingurin í teg, og tú flutti aftur til Klaksvíkar at búgva. Virkin sum altíð herjaði tú á at venja yngru deildirnar hjá KÍ saman við Gesti Hovgaard.
Veit ikki um nógvar, sum hava áhuga fyri skriving, men tú hevur altíð verið skrivandi maður, og gjøgnum árini hevur tú skrivað nógv, og tað er ikki smávegis, ið er komið undan tínum penni. Samstundis, sum tú gekst á HF í Klaksvík, var tú eitt av álitisfólkunum hjá Norðlýsinum, og tað var ikki so sjáldan, at teir 24 tímarnir í samdøgrinum gjørdust í minna lagi, tí blaðið skuldi jú koma í blaðbúðirnar til tíðina. Tú hevur eisini skrivað fyri Fjúrtanda og Sosialin sum blaðmaður, umframt at tú hevur verið ítróttarviðmerkjari hjá Sjónvarpinum til landsdystir hjá føroyska landsliðnum bæði burturi og heima.
Tú hevur altíð verið og ert enn sum áður hollur í ráðum og altíð vinarligur, og í so máta líkist tú nokk mest mammu okkara. Tað er ikki tað ting, tú ikki kanst hjálpa við, og ikki minni dugir tú at leiðbeina, um tað er neyðugt. Sum altíð, so hevur tú góðar stundir, og nú tú hevur fimmti ár á baki, so letur tú teg ikki stressa av tí. Nei, tað er so eiðasørt!
Góði Ólavur! Nú tú rundar tey fimmti, kundi eg saktans skrivað um so nógvar stuttligar hendingar, ið okkum hava verið fyri, men tað lati eg liggja fyri hesa ferð. Eg kann tó ikki lata vera við at seta tvær góðar LB-myndir saman við greinini, tí tað skerst ikki burtur, at fótbóltur og serliga Lítlubrekku Bóltfelag hava myndað tíni barnaár. Og nú tú ert hjálparvenjari hjá LÍF, er stuttligt at síggja, at tú á aðrari myndini hevur stillað teg í plássið hja venjaranum.
Fyri nøkrum áðrum síðan hitti tú Rúnu Preeti av Maritius, sum tá átti børnini Evu og David. Men neyvan kundu Eva og David havt fingið ein meira barnavinarligan »papp-pápa«, tí so góður ert tú við tey bæði, at tú ikki gert mun á Róa, sum tit eiga saman, og so hinum báðum.
At enda vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við fimmti ára degnum 12. juli og mong góð ár í framtíðini saman við familjuni, Rúnu, Evu, David og Róa.
Birgir