Klokkan 18 verður fyrsta bríksl í Sarpugerði, tá ið Víkingur fær vitjan av EB/Streymi.
Eftir óvæntaða 2-1 sigurin á Skála hevur EB/Streymur tapt tvær tær seinastu ferðirnar. Hesar báðar ferðirnar er tað ikki eydnast EB/Streymi at skora mál. EB/Streymur hevur tapt 2-0 á heimavølli ímóti ÍF og 3-0 á heimavølli ímóti HB.
Sum oftast hevur Víkingur tak á EB/Streymi. Undantakið var í síðsta umfari í 2017. Víkingarnir høvdu longu tryggjað sær FM heitið, sum teir høvdu fokus á, og so vann EB/Streymur 2-1. Ari Mohr Olsen, sum var leigaður úr HB, skoraði bæði málini hjá EB/Streymi.
Hjá EB/Streymi kemur tað væl við, at liðformaðurin, Rógvi Egilstoft Nielsen, er tøkur aftur eftir leikbann.
Víkingur hevur tríggjar tær seinastu ferðirnar vunnið á útivølli. Undan dagsins dysti eru tað fýra stig frá Víkingi og fram til toppin.
Seinastu ferðirnar hevur Adeshina Lawal ikki verið við, tí hann hevur verið skaddur. Nú er hann tøkur aftur og verður við í kvøld.
Víkingur – EB/Streymur: Eiler Rasmussen kl. 18.00.