Lea er ársins einstaklingur

Unga sangkvinnan Lea Kampmann varð í ár tilnevnd til fýra FMA-virðislønir, og eftir at hava sæð fyrstu tríggjar virðislønirnar fara til onnur, var tað endiliga hennara navn, ið bleiv rópt upp, tá Jonhard Hammer, stjóri í Miðlahúsinum, kunngjørdi hvør vann heiðurin sum Ársins einstaklingur/bólkur í Popp/Rokk flokkinum.


Talan er um fyrstu FMA-virðislønuna hjá ungu songkvinnuni, sum í 2017 gav út útgávuna Common Blue.


Umframt at verða vinna Ársins einstaklingur/bólkur, so var Lea Kampmann eisini tilnevnd Ársins songkvinnu, Ársins nýggja navn og var fløgan Common Blue tilnevnd Ársins útgáva.


Hini sum vóru tilnevnd Ársins bólkur/einstaklinur í Popp/Rokk flokkinum vóru Hamferð, Frum, Swangah og Momo.