Ein av orsøkunum til, at Stjørnan ikki fekk koppað VB var, at tær úr Vági ikki lótu seg lumpa av mansverjuni hesaferð.
Christina Holm ásannaði eisini eftir dystin, at hetta var nakað, sum tær høvdu vant í vikuni,.
- Tað var jú tað, sum kiksaði hjá okkum seinast, og tað hava vit so roynt at bøtt um, helt hon eftir dystin.
Leggja alt í finaluna
Um týdningin av at koma í finaluna, helt Christina, at hesin dysturin nú var tann, sum tær hugsa mest um, tað sum eftir er av árinum.
- Møguleikan fyri FM hava vit so at siga sjálvar tveitt burtur. Tí er tað púra klárt, at tað er við stórum spenningi, at vit fara til finaluna.
- Hetta verður tó ein sera torfør uppgáva, og vit mugu onkursvegna bremsa VÍF spælinum, um tað skal eydnast okkum, men tað ætla vit okkum so undir øllum umstøðum at royna, segði Christina at enda.