Andstøðan í Hvítarusslandi hevur illgruna um, at stýrið hjá Aleksandr Lukasjenko, forseta legði bumbuna, sum brast í høvuðsstaðnum Minsk mánadagin. Sagt verður, at spreingingin skuldi geva myndugleikunum eina orsøk til at berja andstøðuna niður, samstundis sum hon skuldi fáa fólkið at gloyma tey vánaligu livikorini í landinum.
Trygdarráðið hjá ST fordømdi í gjár bumbuspreingingina, men eygleiðarar hefta seg við orðalagið í fordømingini, tí har stendur, at spreingingin tykist vera ein yvirgangsatsókn. Teir hvítarussisku myndugleikarnir søgdu beinanvegin, at talan var um yvirgang.
Eygleiðararnir vísa eisini á, at Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari, brúkti ikki orðið yvirgang, tá hann tosaði við tíðindafólk um tilburðin í Minsk.