Lego heiðrar margfeldi við Lego í LGBT litum

Felagsskapurin LGBT+ Danmark er ovurfegin um átakið hjá Lego og vónar, at tað eisini at stuðul fylgir við til málbólkin.

"Everyone is Awesome" (Øll eru fantastisk, red.) nevnir Lego eskjuna, sum kemur á marknaðin 1. juni. (Handout). - Foto: Lego

Lego kemur í juni við Lego-klossum, sum heiðra margfeldi.

 

Tað er sambært tíðindaskrivi frá leikaframleiðaranum talan um 11 ymiskar lítlar figurar við ymsum harsniði og ælabogalitum.

 

Lego-brikkarnir hava fingið íblástur úr serliga æalabogaflagginum, sum verður nýtt sum súmbol upp á kærleika og at góðtaka LGBTQIA+-persónar, skrivar Lego í tíðindaskrivinum.

 

Tað er sambært sniðgevanum, Matthew Ashton, talan um eina »viðurkenning til LGBTQIA+-felagsskaðin í Lego-samtakinum og millum tey vaksnu viðhaldsfólkini«.

 

– Hetta vísir okkum, at tað veruliga hevur týdning yri okkum, og at vit veruliga meina, at »øll eru awesome« (fantastisk, red.), sigur hann í tíðindaskrivinum.

 

Eskjan verður seld júst við navinum »Everyone is Awsome« (øll eru fantastisk, red.), sum er ein lættari umskriving av sanginum »Everyting is Awesome« í Lego-filminum.

 

Í LGBT+ Danmark – Landsforeningen for bøsser, lesbiske, biseksuelle og transpersoner - eru tey sera fegin um átakið.

 

– Hesum heilsa vit ógvuliga vælkomnum. Tað er deiligt at síggja eitt stórt samtak sum Lego heiðra margfeldinum, sigur skrivari felagsins Susanne Branner Jespersen.

 

Felagið hevur eisini eina vón um, at leikaframleiðarin eisini fer at stuðla arbeiðinum fyri at fremja áhugamálini hjá málbólkinum.

 

– Vanliga sjónarmið okkara er, at vit vænta, at virki, sum tjena pengar upp á ælabogaframleiðslur, eisini aktivt stuðla felagsskapum, sum arbeiða við at fremja gerandisdagin og trivnaðin hjá málbólkinum.

 

– So tey eru tilvitað um ikki bara at tjena pengar upp á nakað, sum signalerar margfeldi uttan at arbeiða fyri at fremja trivnaðin í gerandisdegnum, sigur hon.

 

Tað eru serliga børn og ung í umhvørvinum, sum sambært skrivaranum hava tørv á stuðuli.

 

##med2##

 

– Vit vita, at tað eru stórar avbjóðingar við trivnaðinum hjá LGBT+ børnum og ungum. Vit hava alarmerandi høg tøl um mistrivnað í fólkaskúlanum.

 

– So vit eru áhugað í samskifti við Lego um aðrar mátar at geva stuðulin aftur til tey børn og ungu, sum tey nú heiðra við eini Lego-røð.

 

/ritzau/

 

 

 

"Everyone is Awesome" (Øll eru fantastisk, red.) nevnir Lego eskjuna, sum kemur á marknaðin 1. juni. (Handout). - Foto: Lego