Leicester gjørdi tað óvæntaða

Ensku meistararnir spældu seg í kvøld óvæntað víðari í Champions League

Tá Leicester fyri skjótt trimum vikum síðani gav fyrrverandi meistaravenjaranum, Claudio Ranieri, sekkin, varð nógv kjakast um, hvørs avgerðin var røtt ella ei.

Men síðani tá hevur gingið sum eftir ánni fyri ensku meistarunum, sum av álvara eru farnir at tí liðnum, sum í fjør ógvuliga óvæntað vann enska meistaraheitið. Í báðum dystunum sum felagið hevur spælt í Premier League síðani venjaraskiftið, hevur Leicester fingið fulla úrtøku, og í kvøld skuldi felagið royna at venda 2-1 ósigrinum móti Sevilla í fyrru áttandapartsfinaluni av Champions League. Uppgerðin, ið var tann seinasta hjá Claudio Ranieri í venjarastarvinum hjá Leicester.

Undan uppgerðini var tað nokk hjá Leicester, um teir vunnu ein 1-0 sigur fyri at spæla seg víðari, og ógvuliga óvæntað, eydnaðist tað Leicester at vinna ein 2-0 sigur, soleiðis at liðið nú er millum tey átta, sum í næstum skulu spæla fjórðingsfinalur í Champions League.

Í hinari uppgerðini vann Juventus sum væntað á heimavølli móti FC Porto. Úrslitið í tí dystinum var ein tepur 1-0 sigur við máli frá unga stjørnuskotinum á liðnum hjá Juventus, Paulo Dybala.

Sostatt eru Bayern Munchen, Real Madrid, FC Barcelona, Borussia Dortmund, Leicester og Juventus klár til fjórðingsfinalurnar í Champions League. Í annaðkvøld vera seinastu fjórðingsfinalistarnir funnir, tá Monaco og Manchester City møtast í aðrari áttandapartsfinaluni, meðan Atletico Madrid og Bayer Leverkusen møtast í hinari.

Úrslitini í kvøld:

Juventus – FC Porto 1-0 (1-0)

1-0         Paulo Dybala (Brotsspark), 42.

Leicester – Sevilla 2-0 (1-0)

1-0         Wes Morgan, 27.

2-0         Marc Albrighton, 54.