Leiddir og keddir av herverki

Ein loysn er at seta eina høga gyrðing rundanum alla smábátahavnina á Skálatrøð og stongja økið fyri almenninginum fyri at bátarnir skulu fáa frið, sigur Petur Jensen, nevndarlimur í Bátafelagnum

Tað hendir javnan og savnan. Og leygarnáttina hendi tað so aftur at herverk verður framt á bátar, sum liggja í bátahylinum í Skálatrøð.

Ein av teimum, sum eigur bát á Skálatrøð, er Petur Jensen og hann er eisini nevndarlimir í bátafelagnum í Havn.

Hann sigur, at tað kemur ofta fyri, at bátar, sum liggja við bátabrúgvarnar fáa ikki frið og leygarnáttina var tað so hansara egni bátur, sum var fyri ágangi.

- Onkur hevur brotið rútin inn í húsið og síðani hava tey læst seg inn. Tað er týðiligt, at tey hava sitið og ballast inn í húsinum, men tað ringasta er, at tey hava skrætt sjónvarpið niður av skottinum.

Kortini heldur hann, at hann slapp væl, tí tað kundi verið so nógv verri.

- Vit hava áður sæð, at ótangar hava tømt eldsløkkjarar, tá ið teir hava brotið inn í bátar og at teir hava knúst eina rúgvu at útgerð. Í so máta var eg heppin, at ikki meiri hendi, tí vandi fyri umfatandi herverki er avgjørt til staðar, tí tað hava vit sæð fyrr.


Stongja bátaplássið

Petur Jensen sigur, at í bátafelagnum, hava tey onkuntíð tosað um, hvussu tey kunnu tryggja bátarnar betri.

- Vit føla okkum rættiliga ótrygg og tí haldi eg, at tað er rætt, at vit taka málið upp.

Hann sigur, at nógvir av bátunum eru rættiliga dýrir og tí er tað harmiligt, at herverk verður gjørt á teir í heilum.

- Væl eru bátarnir tryggjaðir, men tað er ikki serliga hugaligt at taka upp eftir herverki í heilum og tí kundi eg hugsa mær, at stig verða tikin til at forða fyri, at herverkini henda. Yvirhøvur.

Hann heldur, at ein loysn kundi verið at sett gyrðing upp rundanum alla bátahavnina á Skálatrøð. Tað gera tey aðrastaðni og tað riggar fínt.

Tað, sum hann hugsar um, er at seta eitt høgt rimaverk úr stáli upp rundanum bátabrúgvarnar. Hvør bátseigari fær so lykil, sum hann læsir seg inn við.

Hann heldur, at umframt at forða fyri herverki, kundi eitt slíkt rimaverk tænt fleiri øðrum endamálum.

- Tað kundi gjørt tað lættari hjá kommununi at fingið alt legugjaldið fyri bátaplássini, inn, tí ein, sum er í eftirstøðu, fær sjálvandi heldur ikki lykil.


Forða fullum fólki

Men hann heldur, at tað er enn meiri týdningarmikið, at ein gyrðing kundi bøtt munandi um trygdina við bátabrúgvarnar.

- Tað skerst ikki burtur, at bátabrúgvarnar eru mangan ómetaliga hálar. Tað skerst heldur ikki burtur, at tað sostatt er lívshættisligt hjá fullum fólki at ganga eftir teimum. Men tað skerst heldur ikki burtur, at brúgvarnar liggja mitt í býnum, tætt við náttarlívið og tað er tíverri heldur ikki óvanligt, at full fólk fara malandi út eftir brúgvunum og tað er at seta seg sjálvan í lívsvanda.

Petur Jensen sigur, at ein gyrðing kundi hjálpt munandi um trygdina.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur í stuttari viðmerking, at hetta er eitt sera gott hugskot og tað er uttan iva eitt hugskot, sum býráðið átti at tikið upp beinanvegin.