FERÐAVINNA
Gjáramorgunin varð borðreitt við kaffi, nýbakaðum rundstykkjum og wienerbreyði við tjúkkum glaringi í fundarhølunum hjá Ferðaráð Føroya í Vágsbotni í Havn. Stjórin á Ferðaráðnum, Heri Niclasen, hevði boðið Leif Berg frá Berg-Hestum á gátt at tosa um, hvussu málið við vánaligu hagagøtunum verður loyst og hvussu eitt betri samskifti verður ímillum Ferðaráðið og Leif Berg í framtíðini. Undan fundinum høvdu báðir partar góðar vónir.
- Tað er bara gott, at vit nú seta okkum niður at tosa um trupulleikarnar, vit dragast við í Berg-Hestum, eitt nú við gøtunum, sum eru fortreytin undir okkar virksemi. Eg rokni við, at Ferðaráðið og Heri Niclasen kunnu virka við til, at málið verður loyst, sigur Leif Berg.
Og stjórin á Ferðaráðnum tekur undir við Leif Berg.
- Tað sum Leif Berg hevur ført fram í Sosialinum í farnu viku hevur í øllum førum gjørt, at eg eri komin upp úr stólinum. Eg visti ikki, at Leif hevði so stórar trupulleikar av gøtunum, og eg eri harmur um, at eg ikki havi havt møguleika fyri at hjálpa honum síðani eg kom á Ferðaráðið. Nú fara vit báðir at tosa nærri um, hvat gerast kann og skal, og hvat vit í felag kunnu gera fyri at koma yvir forðingarnar, sum eru. Okkara partur skal ikki liggja eftir, sigur Heri Niclasen.
Fortreytirnar ikki tilstaðar
Í samrøðu í Sosialinum í farnu viku eftirlýsti Leif Berg eitt betri samskifti og størri áhuga frá Ferðaráðnum fyri tí, ið fer fram í vinnuni.
- Tey, ið starvast í ferðavinnuni, mugu við bit og slit stríðast fyri at skapa karmar sjálvi uttan vælvild frá almennum myndugleikum. Fortreytirnar fyri góðari og gevandi ferðavinnu eru ikki til staðar í nógvum førum, segði Leif Berg, sum í fleiri ár til fánýtis hevur kært sína neyð á Ferðaráðnum og fyri fleiri landsstýrismonnum fleiri ferðir - uttan at koma eitt vet longur.
Atfinningarnar komu sum snarljós á klárum himni fyri stjóran á Ferðaráðnum, sum ikki kendi seg aftur í teimum.
- Eg skilji væl, at Leif Berg er ørkymlaður av hesum viðurskiftum. Men Ferðaráðið hevur als ongan áhuga í at avbyrgja seg frá ferðavinnuni. Tvørturímóti. Vit hava dagligt samskifti við fólk í vinnuni og tað er ikki mín varugi, at tey kenna seg við sviðusoð av Ferðaráðnum. Dyrnar á Ferðaráðnum standa altíð opnar fyri fólki, sum hava eitthvørt uppá hjarta, vit kunnu hjálpa við. Ein av uppgávunum hjá Ferðaráðnum er at leggja trýst á røttu myndugleikar, og eg kann lova Leif Berg, at vit fara at gera alt vit kunnu, segði Heri Niclasen í viðmerking til samrøðuna við Leif Berg í farnu viku.
Útlit eru sostatt fyri einum betri samskifti millum partarnar og at glið er komið á málið um hagagøturnar, ið liggja í órøkt.