Leif teknaði Vesturstovu

Fuglafjarðar kommuna umhugsar at hækka skattaprosentið nakað og byggja eitt ellisheim, um greiða ikki skjótt fæst á, hvussu verður við eldrarøktini, sum ætlandi skal leggjast út til kommunurnar

Eldrarøkt

Í greinini um eldrasambýlið, Vesturstovu í Fuglafirði, gjørdu vit nógv burtur
úr, at tekniska deild hjá Fuglafjarðar kommunu sjálv hevur tikið sær av at
projektera og hava eftirlit við nógvum av teimum arbeiðum, sum kommunan hevur
gjørt seinastu árini.
Í greinini nevndu vit havnabyggingar, tunlarnar til frysting, barnagarðin,
brandstøðina og Vesturstovu, sum nú hevur fingið seks pláss aftrat í
kjallaranum.
Samrøða var við Leif Petersen, byggifrøðing, sum er maðurin, ið hevur teknað
eldrasambýlið úr enda í annan.
Verkfrøðingurin hjá kommununi, sum leiðir teknisku deild og byggifrøðingurin
hava saman tikið sær av útrokningum, tekningum og eftirliti.
Lítið man vera at ivast í, at her er nógvur peningur spardur, og at kommunan
hevur fingið meira burtur úr við at brúka tey fólk, hon kortini hevur í starvi.
Tá ið Vesturstova varð bygt seinnapartin í nítiárunum, hevði kommunan nakrar
handverkarar í starvi, og saman við teknisku deildini vóru hesir drívmegin
aftanfyri snotuliga verkið, sum í dag hýsir 15 fólkum ? við góðum útsýni yvir
bygdina og tað, sum rørir seg í henni og rundan um hana.
Í greinini um Vesturstovu og søguna aftanfyri hana, lá myndin av Leif, sum vit
tóku í samband við samkomuna í Fuglafirði, eftir.
Men her hava vit so mannin!
Vesturstova er eitt valaverk, og eingin ivast í, at her hevur Fuglafjarða
kommuna fingið nógv fyri tær 6 milj. krónurnar, sum eldrasambýlið kostar í dag.


Ellisheim

Á samkomuni, tá ið kjallarahæddin var liðug og tikin í nýtslu, segði
bygdarráðsformaðurin, Sigurd Simonsen, at kommunan eisini umhugsar at byggja
eitt ellisheim í bygdini.
Sum skilst, hevur kommunan í hyggju møguliga at hækka skattaprosentið nakað og
byggja heimið, um greiða ikki skjótt fæst á, hvussu verður við eldrarøktini, sum
ætlandi skal leggjast út til kommunurnar.
Í Leirvík er eisini útgrivið og planerað fyri einum eldrasambýli, sum vit fara
at venda aftur til.







...