Leiftur framvegis í Europa

John Petersern skoraði, og ein móstøðumaður var rikin av vølli fyri at sparka føroyska landsliðsmannin

Vónirnar vóru kanska ikki tær bjartastu, tá eitt av føroysku liðunum í íslendskum fótbólti, Leiftur, leygardagin fór til Sveis at spæla seinna dystin í fyrsta umfarinum í Intertoto Cup.

Úrslitið var 4?4, og tá dysturin í Ólafsfirði endaði 2?2, vísti samantalda úrslitið, at tað verður Leiftur og ikki Luzern, sum fer at halda fram í Intertoto Cup.

Longu komandi vikuskifti skal Leiftur aftur spæla í intertoto Cup. Tá skulu teir hitta Sedan úr Fraklandi. Hetta liðið endaði i fjør á sætta plássi í bestu deildini, og tað verður mett, at liðið eigur góða framtíð. Á heimavøllinum hjá teimum rúmast seytjan túsund áskoðarar, og í miðal møta fjúrtan túsund til landskappingardystirnar. Ivasamt man kotini vera, um so mangir áskoðarar fara at møta upp at hyggja at Intertoto Cup, sum ikki verður mett serliga høgt í Europa.


John skoraði

Tað sá einki serligt út hjá Leiftri leygardagin. Allir fýra føroyingarnar ? Jens Martin Knudsen, Sámal Joensen, John Petersen og Jens Erik Rasmussen ? vóru á vøllinum í Sveis, tá heimaliðið setti hol á málskjótingina. Leiftur javnaði, og hóast ein av heimamonnunum varð rikin av vølli, tí hann hevði sparkað John Petersen í høvdið, so megnaði Luzern at økja bæði til 2?1 og 3?1. John Petersen minkaði um munin til 3?2, og tá Leiftur javnaði til 3?3, var íslendska liðið komið víðari í kappingini.

Men sjey minuttir fyri leiklok var aftur galið hjá Leiftri. Sveisiska liðið legði seg á odda 4?3, og alt tóktist benda á, at Leiftur var sent úr Intertoto Cup. Men sveisararnir mundu vera ov seinir at fáa hendurnar niður aftur. Ella kanska var tað tí, at venjingarstøðan hjá íslendska liðnum er væl betri, enn hon er hjá sveisarunum, sum ikki havva spælt í landskappingini í meiri enn ein mánaða. Leiftur javnaði til 4?4, og sjálvsagt vóru teir væl nøgdir, tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.


Landskappingin

Leiftur átti at havt spælt á Leikardalsvøllinum í Reykjavík í vikuskiftinum. Men av tí at teir vóru í Sveis, varð útidysturin móti Fram útsettur. Hann verður spældur hósdagin 13. juli. So vita fótbóltshugaðir føroyingar, sum um ta tíðina vera staddir í íslendska høvuðsstaðnum, tað.

Felagið hjá Allani Mørkøre, ÍBV, hevði í vikuskiftinum heimavøll móti oddaliðnum KR úr Reykjavík.

Úrslitið av fyrsta dystinum í áttanda leikumfari var 1?1. Bæði málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, og í báðum førunum var talan um brotsspark. ÍA kom á odda, tá ein hálvur tími var farin, og ÍBV javnaði átta minuttir seinni.

Hinir dystirnir í áttanda leikumfarinum vórðu spældir í gjárkvøldið. KR er á odda við fimtan stigum, og ÍBV er á fimta plássi við ellivu stigum.


Gott lutakast

Í Íslandi eru teir væl nøgdir við lutakastið til Europa Cup. Felags fyri liðið hjá Allani Mørkøre, ÍBV, og liðið hjá Una Arge, ÍA, skulu bæði spæla móti vestureuropeiskum liðum, og í báðum førum er talan um mótstøðulið, sum íslendsku liðini vera mett at hava møguleika ímóti.

ÍA úr Akranesi skal spæla móti belgiska Gent, og ÍBV skal spæla móti skotska Hearts. Bæði tey íslendsku liðini skulu spæla á útivølli fyrst.