Hensia Einarsson, valevni hjá lista E.
----
Bústaðarmynstrið her í Føroyum hevur í mong Harrans ár verið, at familjur búgva í egnum húsum. Vanliga uppfatanin er, at soleiðis ynskja flest okkara at búgva. Men er tað veruliga so? Kann tað hugsast, at tað finnast fólk, sum ynskja at búgva til leigu? Eg kann fyri egna viðkomandi viðganga, at vit hava valt at leiga, tí tað hóskar okkum best. Eg rokni við, at um møguleikarnir at leiga vóru betri, høvdu fleiri valt tað.
Ein vanlig leiguíbúð er í kjallaranum hjá onkrum øðrum og tað er ógvuliga ymiskt, hvussu umstøðurnar eru . Tíverri hoyra vit ofta um vánaligar, soppafongdar íbúðir, sum barnafamiljur noyðast at leiga, tí tey eru illa fyri fíggjarliga. Tað eru fleiri, sum ikki hava møguleiga at búgva í egnum húsum, tí bankarnir bert vilja geva lán til tey, sum hava tvær hampuliga góðar inntøkur. Tað klassiska familjumynstrið við tveimum foreldrum við børnum er ikki altíð soleiðis. Vit hoyra dagliga um familjur, har foreldrini fara frá hvørjum øðrum. Tá noyðast tey at finna sær okkurt annað at búgva í og tað er ikki altíð so lætt, um ráðini ikki eru góð ella foreldrini ikki hava ein tøkan kjallara.
Kommunan hevur nakrar leiguíbúðir, sum vera leigaðar út til fólk, sum onkursvegna eru komin illa fyri. Men hví ikki byggja góðar leiguíbúðir , sum fólk hava møguleika fyri at leiga fyri ein sámuleigan prís? Aðrastaðni er hetta vanligt, so hví ikki her hjá okkum? Hetta eru útreiðslur, har peningur kemur inn aftur fyri leigu og skapar virksemi hjá byggifyritøkum og øllum tí, sum hongur við har. Eg haldi, tað er tíð uppá at velja fólk inn í býráðið, sum kenna hendan tørvin. Um eg veri vald í býráðið, fari eg at arbeiða fyri hesum.