Leikarametingar: Føroyar - Týskland

Her eru leikarametingarnar hjá Sosialinum.

Gunnar Nielsen:
5 av 6:
Gunnar Nielsen er aftur. Tað fingu vit staðfest í Hannover. Longu tíðliga í dystinum ger hann eina bjarging í heimsflokki. Í fyrra hálvleiki mundi hann lena seg upp ímóti seks stjørnum. Orsøkin til at hann fær fimm er, at útspørkini og málspørkini ikki vóru so neyv, sum tey kunnu verða. Umframt, at hann ikki fekk nevan á einar tvær ferðir tá hann kom út í samband við innlegg og hornaspørk. Dagsins leikari saman við øðrum miðverjanum.

Jónas Tór Næs:
4 av 6:
Spældi ein góðan dyst í sera truplum umstøðum. Hann stóð yvirfyri nøkrum av heimsins bestu vong leikaraum. Lága tyngdarpunktið og knappuvendingarnar gjørdu, at hann fleiri ferðir megnaði at verja væl fyri, tá aðrir ikki megnaðu tað sama.

Rógvi Baldvinsson:
3 av 6
Fekk gult kort longu tíðliga í dystinum og trupulleikar vóru í samskiftinum millum hann og teir á miðvøllinum í fyrra hálvleiki. Hevði onkrar minni hepnar avleveringar, men kom annars góðkent frá dystunum.

Odmar Færø:
5 av 6:
Spældi ein branddyst í miðverjuni og átti fleiri ferðir avgerandi fótin ella høvdið á, tá týskararnir blivu steðgaðir. Nógvu tímarnir í Yndi síggjast aftur og Mesut Ozil hevði ongan annan møguleika enn at býta um troyggju við múrin í verjuni. Teir vóru bestu menn á vøllinum fyri hvør sítt lið.
Tað var lítið og einki, sum skilti hann frá Gunnari til at verða dagsinsleikari.

Pól Jóhannus Justinussen:
3 av 6
Kom ikki til sín rætt, sum í onkrum av hinum landsdystinum. Slapp sjáldan at brúka sína rástyrkju í verjuni, tí tað vóru kviku týskarnir ov skjótir til. Datt heldur ikki niður í millum, men eitt nú málspørkini sóu ikki út til at verða sparkaði eftir honum og har hevði hann kunna gjørt munin.

Fróði Benjaminsen:
3 av 6
Hevði ein av sínum slakastu dystinum í nýggjari tíð, men mótstøðan gjørdi tað eisini óhugnaliga torført at gera nakað. Fróði hevur mangan verði drúgvur á miðvøllinum og vunnið nógvar bóltar, men týski spælistílurin gjørdi tað torført hjá honum at gera nakað. Royndi at stýra og tosa við eitt nú verjuna.

Hallur Hansson:
2 av 6
Ongin ivi er um evnini hjá miðvallaranum, sum nú fer til AaB í bestu donsku deildini at royna seg, men í Hannover riggaði lítið. Hann hevði ein góða møguelika tíðliga í dystinum, men sum dysturin gekk, so var týska mótstøðan ov sterk fyri unga miðvallarin. Misti bóltin í ótrýstari støðu til 3-0 málið, og sum heild gekk illa at fáa flutt bóltin til ein av viðleikarunum. Hann er eina risa roynd ríkari og kemur heilt víst at verða ein lyklaleikari á landsliðnum við tíðini, men fær bara 2 av seks stjørnum hesaferð.

Christian Lamhauge Holst:
4 av 6:
Var triðjbesti maðurin hjá okkum. Bóltførleikin og evni til at taka rættar avgerðir komu til sjóndar á AWD leikvøllinum fríggjakvøldið. Arbeiðssamur, men tóktist sera troyttur móti endanum. Hevði eina skotroynd, har hann kundi havt bíða í tvey sekund og so vóru vit í eini betri støðu við fleiri spælimøguleikum. Tryggjaði eisini Phillip Lahm eitt gult kort við góðari dribbling í fyrra hálvleiki.

Símun Samuelsen:
3 av 6
Ferðin ger, at Símun altíð er eitt vandamikið vápn hjá okkum. Í fyrra hálvleiki var hann um reppið at gerast leysur móti málinum tvær ferðir, men avleveringar komu antin ikki fram ella lógu ikki heilt neyvt. Bóltførleikin, styrkin og orkan er ikki tann sama, sum tá hann spældi í Íslandi og kundi havt spælt Jóan Símun leysan í skjótálopi í seinna hálvleiki, men tók eitt trek afturat.

Daniel Udsen:
2 av 6
Var nokk tann leikarin, ið kom ringast frá síni uppgávu. Megnaði ikki at røkka sama stiginum, sum í dystinum móti Íslandi. Misti fleiri ferðir sín mann, tá miðvallarnir runnu aftur um okkara verju. Fekk lítið burtur úr við bóltinum, men spældi seg upp stutt fyri hálvleik og vann okkum eitt gott horna. Bleiv skiftur út í hálvleikinum.

Jóan Símun Edmundsson:
3 av 6:
Hevði ótrúliga ringar arbeiðisumstøður, men hevur fyrr staðið seg betri undir líknandi umstøðum. Virkaði ikki topptunaður og ágrýtin nokk. Var torført hjá honum vinna nakað í luftinum móti næstan tveir metra høga Per Mertesacker.
Spældi seg upp í seinna hálvleiki og byrjaði at steðga týska uppspælinum við ágrýtnum rennignum og taklingum, umframt at fáa fatur á bóltinum fleiri ferðir og spæla hann víðari.
Kann meiri enn hann vísti, men vónandi ger spælitíðin í Federicia munin.

Súni Olsen (45.min)
2 av 6
Kom inn fyri Daniel Udsen á høgra kant. Er ikki kantspælari, men hevur góðar avlevering og innlegg, sum helst var ætlanin at hann skuldi gera sær dalt av. Fekk tó sjáldan bóltin í góðum støðum og datt av tí sama eitt sindur niður í millum. Skjeyt eitt vánaligt hornaspark, sum setti gongd í málið til 2-0.

Hjalgrím Elttør (65.min)
2 av 6
Kom inn, men megnaði ongantíð at seta dám á dystin. Spældi framrættaður á miðvøllinum og hevði eina renning, sum hevði endað við einum góðum møguleika, um Jóan Símun hevði spælt hann rætt.

Klæmint Olsen:

Kom inn fyri Jóan Símun fimm minuttir fyri tíð í álopinum. Var ágrýtin og bjóðaði av í luftini og gjørdi tann hann kundi.

Lars Olsen:
3 av 6
Tað var ikki hissini uppgáva, ið Lars Olsen byrjaði HM undankappingina við. Tað er ilt at ímynda sær nakað annað landslið, sum vit hava spælt ímóti, ið hevur verið so nær elituni í heiminum, sum Týskland hesaferð.
Lars Olsen var sjálvur liðskipari, tá Danmark vann EM gull í Svøríki móti týsku yvirmaktini. Tí var tað ikki so upphissandi at hoyra hann bara tosa um at minimera tap, og hvussu torfør uppgávan var.
Hann skuldi sagt, at hetta var okkara møguleiki at vísa okkum móti teimum bestu í heiminum og eins í 92, so hevði han ongar planir um at leggja kongin. Okkurt líknandi hevði ljóðað betri og kanska eisini fylt leikararnar við meiri trúgv upp á seg sjálvar.
Tað er væl skiljandi, at Lars Olsen líka skal venja seg við leiklutin sum føroyskur landsliðsvenjari, men føroyskur landsliðsfótbóltur er komin forbí, at altíð skula greiða frá hvussu góðir hinir eru í mun til okkum.
Taktista uppleggið minti nógv um tað í Íslandi. Bara Gunnar Nielsen var nýggjur í uppstillingi. Eftir avrikinum at døma, so var tað ein góða avgerð at trúgva upp á Gunnar, sjálvt um hann ikki hevur dystarvenjing. Harvið ikki sagt, at Jákup Mikkelsen ikki kundi verið ein eins røtt avgerð at tikið.
Tvær ferðir í fyrra hálvleiki eru vit um at fáa mál móti okkum eftir at vit hava havt deyðbóltsstøður í teirra hálvu. Uppsetingin bleiv ikki broytt í hálvleikinum og tað endaði við, at Týskland skoraði eftir eitt hornaspark hjá okkum.
Fyrsti dysturin var beint undir miðal, sum var spældir undir óhugnaliga torførum umtøðum, umfram at eitt nú miðverjan var spildurnýggj.