Í morgin kundu tveir føroyingar hitst í donsku Superliguni, tá ið Hallur Hansson og AC Horsens fara á vitjan hjá OB, sum tó hesaferð má klára seg uttan føroyska toppskjútta teirra, Jóan Símun Edmundsson.
Jóan Símun Edmundsson er leikbannaður. Orsøkin er tann sama sum til komandi landsdyst, nevniliga at hann royndi at snýta dómaran við at gera sjónleik. Nú talar hansara egni venjari, Kent Nielsen, at.
- Jóan Símun Edmundsson er leikbannðaur, og tað eru bæði hann og vit vónbrotin av. Hann fekk eitt gult kort í eina roynd at filma seg til fríspark, og tað er ikki soleiðis, vit ynskja at spæla fótbólt í OB, sigur Kent Nielsen.
- Tað veit Jóan Símun eisini væl, og hann er tann, ið iðrar seg allarmest um at hann ikki kann vera við í morgin. Um onnur feløg ynskja, at tað (sjónleikur, red.) skal vera ein partur av teirra spæli, so mugu tey um tað, men tað skal so ikki vera ein partur av okkara, sigur hann víðari í samrøðuni við heimasíðu felagsins.
Dysturin ímillum OB og AC Horsens verður á EWII Park í Odense í morgin kl.17.00 føroyska tíð.