Leiklistaskúlin verður í døgunum 12. til 16. mai Aftur í ár fara Føroya Fólkaháskúli og Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) at samstarva um Leiklistarskúla Føroya. Leiklistarskúlin byrjar mikukvøldið 12. mai kl. 19 og endar við sjónleikarsýningum sunnudagin 16. mai kl. 17.
Leiklistarskúlin byrjar mikukvøldið 12. mai kl. 19 og endar við sjónleikarsýningum sunnudagin 16. mai kl. 17. Undirvíst verður í at skriva til pall, leikstjórn, leiklist (klovnaskeið) og scenografi, og pláss verður fyri 30 næmingum.
Mikukvøldið verður undirvíst kl. 20 til 23, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin kl. 9 til 18, og sunnudagin kl. 10-17. Sunnudagin verða eisini framførslur.
Hóskvøldið 13. mai verður ?Open hour?, har sagt verður frá, hvussu gongst við arbeiðinum, hvussu langt er komið ávegis, hvørjir arbeiðshættir verða brúktir.
Fríggjakvøldið 14. mai framføra næmingarnir okkurt, teir duga væl, t.d. at syngja, spæla einmansleik, miniaturuleik, lesa yrkingar, pantomime, instrumentspæl og annað.
Leygarkvøldið 15. mai verður hugnakvøld við mati og dansi.
Lærarar verða Oddfríður Marni Rasmussen, sum fer at undirvísa í greinini ?at skriva til pall?. Sigrún Valbergsdóttir fer at undirvísa í leikstjórn. Jan de Neergaard fer at undirvísa í scenografi. Ágústa Skúladóttir fer at undirvísa í leiklist/klovnaskeið, um hvat er stuttligt, og hví tað er stuttligt.