Leikluturin hjá skrásetingini kannast

Breið semja er um, at føroyska eftirlitið við Eik Grunninum, sum var hjá Skráseting Føroya, skal kannast

Ósemja er framvegis um, um Eik Grunnurin skal kannast til fulnar, men breið semja er um, at føroyska grunnaeftirlitið, sum var hjá Skráseting Føroya, skal kannast.

Sosialurin hevur spurt umboð hjá flokkunum á tingi um, hvat teir halda um málið.

Er okkurt skeivt farið fram, skal tað hava avleiðingar, siga tey.

Síðan kanningin av Eik Grunninum varð almannakunngjørd, hevur verið greitt, at nógv óreglusemið fór fram í Eik Grunninum.

Í apríl 2013 gjørdi fíggjarnevndin av, at kanningarstjórin ikki skuldi hava eina millión aftrat at gera kanningina lidna fyri.

Nú tykist tó verða størri áhugi fyri kanningini. Løgmaður sigur, at hann vil hava kanningina lidna, eins og fleiri politikarar hava mælt til hetta undir orðaskiftinum í tinginum týsdagin 6. mai.

Spurningurin er, hvussu hetta óreglusemi kundi halda á, uttan at Skráseting Føroya varnaðist tað. Granskingin hjá Eyðfinni Jacobsen vísir millum annað, at roknskapurin hjá Eik Grunninum var blóðskeivur og manglaði niðurskrivingar fyri slakar tvær milliardir. Hetta vóru feilir, sum kundu verið fangaðir longu í 2009 og sum áttu at fingið onkra klokku at ringja, heldur Jørn Astrup Hansen.

Haraftrat hevur grunnurin ólógliga heimiðla sær loyvi at læna pengin út fyri slaka milliard. Hetta visti skrásetingin – í øllum førum hevur nevndin í skrivi til Skráseting Føroya og Erhvervsstyrelsen biðið um loyvi at broyta endamálsorðingina fyri grunninin. Kortini kannar Skráseting Føroya eftir øllum á døma ikki, hvat ætlanin er.        

Í Sosialinum mánadagin 5. mai finst Jørn Astrup Hansen at føroyska eftirlitinum við grunninum. Hann sigur sostatt:

- Tann fíggjarliga sera sterki sjálvsognarstovnurin, Føroya Sparikassi, varð gjørdur til eitt partafelag í 2002 og harfrá tók tað bara átta ár, til alt var burtur. Alt hetta fór fram, meðan føroyska samfelagið hevði eftirlitið við grunninum.

Í dag siga fleiri flokksumboð á tingið við Sosialin, at leikluturin hjá skrásetingini eigur at verða kannaður.

- Tað er greitt, at eftirlitið hevur ikki verið nóg gott, og um nakað skal kannast, so er tað hetta, sigur Bill Justinussen frá Miðflokkinum.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum Aksel V. Johannesen heldur somuleiðis, at tað er av stórum týdningi, at eftirlitið verður kannað, og at tað fær avleiðingar, um eftirlitið ikki hevur riggað.

Høgni Hoydal er samdur.
- Hetta er so ómetaliga oyðileggjandi, og tað er alneyðugt, at vit eru før fyri at staðfesta eina ábyrgd hjá grunnaeftirlitinum, sigur hann.

Formaðurin í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum Jákup Mikkelsen og formaðurin i fíggjarnevndini, Bárður á Ateig Nielsen halda somuleiðis, at Skráseting Føroya og teirra leiklutur eigur at vera kannað.