Kollfirðingar komu væl betri frá byrjan og vóru frammanfyri við 6 málum 12-6 eftir 20 minuttir. Men Kyndil megnaði at skora 5 mál á rað. Í seinna hálvleiki leikti javnt á, men miðskeiðis í hálvleikinum drógu kollfirðingar aftur frá. Talan var um gott málmansspæl frá báðum málverjum. Serliga Tórður Guttesen í Kyndlilsmálinum hevði fleiri stórbjargingar.
Í morgin eru tveir dystir í Burndeildini hjá monnum. H71 og VÍF hittast í Hoyvíkshøllini klokkan 16, og í Klaksvík hittast Team Klaksvík og STÍF klokkan 17. Eisini eru tveir dystir í bestu kvinnudeildini. H71 og VÍF spæla í Hoyvíkshøllini klokkan 14, og Stjørnan og STÍF hittast í Klaksvík klokkan 15.
Málskjúttar KÍF:
Vuk Stevnanovic 9, Bárður Dam 3, Karstin í Húsinum 3, Gert í Húsinum 2, Karl Martin Olsen 2, Tony Hammer Weyhe 2, Fríði Weyhe 1, Jón Suni Kjærbæk 1, Milenko Jelic Jelkan 1
Málskjúttar Kyndil:
Brian Slyne 5, Jákup Jørgensen 4, Bogi Mikkelsen 3, Carlo Lyberth 3, Borgar Sveinsson 2, Andrias Bergliíð Sólsker 1, Ovi Lützen 1