Leingir sáttmálan á 40 ára føðingardegnum

AB hevur longt sáttmálan við aldursforsetan á liðnum

Dimitrije Jankovic fyllir 40 ár í dag, og dagin hátíðarheldur hann millum annað við at leingja sáttmálan við AB. Hann tekur sostatt enn eitt tørn á Argjum. Tað boðar felagið frá í dag.

 

- Hóast Dimitrije nú sneiðir um fjørutiárasvingið, so sæst tað ikki á honum. Hann heldur formin og ætlar sær ikki at bakka ein tumma í verjuni, tá ið á stendur í komandi kappingarári, skrivar heimasíðan.

 

Dmitritje Jankovic spældi flestar minuttir fyri AB í ár. Hann hevur spælt í føroyum síðani 2006, har hann hevur umboðað feløg sum VB/Sumba, B36 og TB.