Fiskavirking
Fiskavirkið Tavan í Leirvík eigur bygningarnar á leigaðari grund, sum virkið húsast í á havnalagnum í Leirvík. Hetta er gamla fiskavirkið Frost, sum endaliga læt aftur í september mánaða 1993.
Frost var eitt av teimum gomlu fiskavirkjunum, men syðsti og nýggjasti parturin av bygninginum er bygdur seinast í áttatiárunum og er soleiðis nógv nýggjari enn virkið annars.
Umhugsa bygging
- Jú, vit umhugsa at byggja okkum eitt nýtt fiskavirki, men hetta letur seg neyvan gera, fyrr enn gamla virkið hjá felagnum er selt.
Tað sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri í Tavuni, sum í summarhálvuni virkar gulllaks og í vetrarhálvuni upsa.
Hann váttar, at Tavan seint í summar søkti Leirvíkar kommunu um byggiøki til nýtt fiskavirki, men umsóknin er treytað av, at gamla virkið verður selt.
Stjórin sigur, at møguleikarnir á gamla virkinum eru avmarkaðir, og nú landsvegur skal byggjast beint omanfyri virkið, metir hann, at møguleikarnir gerast uppaftur verri.
Leiðslan á Tavuni vendi sær í góðari tíð bæði til kommunalu myndugleikarnar og landsmyndugleikarnar, tá ið róð varð uppundir at leggja nýggja landsvegin frá Norðoyartunlinum beint omanfyri Tavuna.
Felagið metti, at við ongari lokarennu fór ein landsvegagerð so tætt upp at virkinum at avmarka møguleikarnar at útbyggja og soleiðis nútímansgera virkið.
Norðanfyri Kjartan
- Vit kundu hugsað okkum eitt meira nútímans virki – í fyrsta lagi við betri møguleikum til meirvirking, bæði av upsavørum og gulllaksavørum. Men hesir møguleikar verða munandi skerdir, nú landsvegurin kemur at liggja so tætt uppat okkum, sigur Jóan Magnus.
Leirvíkar kommuna hevur fylt eitt meira enn 6000 fermetra stórt øki upp norðanfyri fiskavirkið hjá Kartani Joensen, og tað er her, at stjórin í Tavuni kundi hugsað sær, at nýggja virkið hjá felagnum kemur at standa.
Tavan hevur í fyrsta lagi bjóðað kommununi at keypa gamla virkið, og kommunan hevur í fyrstu atløgu vent sær til Landsverk við fyrispurningi um, hvørt stovnurin hevur áhuga í at keypa virkið, eitt nú fyri at geva nýggja landsvegnum eina betri linjuføring.
Jóan Magnus Rasmussen sigur seg hava skilt, at Landsverk ikki er serliga positivt í spurninginum um keyp, soleiðis at felagið kann fáa betri umstøður longur norðuri á havnalagnum.
Hann heldur, at sleppur Tavan ikki burtur úr verandi virki á líkinda hátt, tykjast ætlaninar um nýbygging ikki so nærliggjandi.
- Landsverk skal loysa uppgávuna við nýggja landsvegnum fyri 40 mió krónur, og við hesi upphædd trúgvi eg neyvan, at vit í Leirvík kunnu vænta at fáa meira enn eina vánaliga vegaloysn, heldur stjórin.
Í einum plani
Jóan Magnus Rasmussen sigur, at fyri Tavuna hevði tað heilt avgjørt verið tann besta loysnin at bygt eitt nýtt og nútímans fiskavirki.
- Bygningarnir, sum vit eiga á havnalagnum, eru meira og minni ótíðarhóskandi, og tað er serliga í endanum av virkinum til lidnu vørurnar, har virkið er smalt, og umstøðurnar eru trongar.
Hann sigur, at leiðslan á Tavuni serliga kundi hugsað sær betri umstøður til meirvirking av fiskavørum, bæði upsa og gulllaksi.
- Vit kundu hugsað okkum at gjørt meira við lidnar vørur og lidnar rættir av ymiskum slagi, sigur stjórin.
Hann heldur ikki, at neyðugt er við einum nógv størri virki enn verandi virki, men hann kundi hugsað sær, at fermetrarnir vóru í einum plani.
- Vit hava teknað skitsur av einum nýggjum virki, og møguleikarnir at byggja virksemi upp eftir okkara ynski, høvdu verið so nógv størri, um alt varð gjørt av nýggjum.
Nógv fiskaarbeiði
Jóan Magnus Rasmussen heldur, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu hetta árið kemur at vignast fíggjarliga, men hann dylur ikki, at úrslitið verður á eini leið.
- Vit arbeiddu 6.500 tons av gulllaksi í vertíðini í ár, og sølan hevur gingið væl. Nú arbeiða vit upsa, og hóast fiskaprísurin er munandi hægri, enn hann hevur verið, hongur framleiðslan saman.
Á Tavuni arbeiða tey í tvey-skiftivakt, og sum skilst á stjóranum hevur nógv arbeiði verið á virkinum, síðan lagt varð um til upsaframleiðslu fyrr í heyst.
- Nú verður tað so upsi teir næstu mánaðirnar – og í øllum førum til og við apríl mánaða, tá ið gulllaksavertíðin fer at byrja aftur, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri á Tavuni.