Danska løgreglan leitar eftir klæðunum hjá svenska journalistinum Kim Wall, hvørs lík varð funnið í sjóvarmálanum á Amagaer uttan høvd, bein og armar mánadagin.
Løgreglan heitir nú á fólk um at halda eyga við eina skerandi appelsinlitta blusu, eitt svart og hvítt skjúrt við blómum á og hvítar skógvar. Hetta sigur Jens Møller, kanningarleiðari hjá donsku løgregluni við Politiken.
Enn verður leitað eftir pørtum av líkinum, og tað er serliga í sunnara parti av Amager at leitað verður.
Les eisini: Líkið uttan høvd, armar og bein var av Kim Wall
Niðanfyri síggjast myndir frá Ritzau av kavbátinum, Peter Madsen og horvnu svensku tíðindakvinnuni Kim Wall.