Leita eftir naknum kvinnum til kvøldskúla

- Seinastu árini hevur tað verið ein nakin maður, men vit vilja hava kvinnur nú, sigur Janus Guttesen, lærari.

-Seinastu árini hevur tað verið ein nakin maður, men vit vilja hava kvinnur nú, sigur Janus Guttesen, lærari.

Seinastu árini hava upp til 14 føroyingar árliga luttikið á skeiði hjá kvøldskúlanum í Havn í tí tey kallað croquis tekning. Hetta slagið av tekningum er kent kring Evropa – tað eru skjótar teknaðar myndir av livandi modellum oftast nakin.

Tað er trupult at finna modellir til endamálið, men tað var lættari fyrr, sigur lærarin Janus Guttesen.

-Modellir fáa 800 krónur fyri hvørja ferð. Fyrr var lættari og eg haldi bara tað er tí, at fólk nú hava nógv meira pening um hendi enn fyri nøkrum árum síðani, sigur Janus Guttesen.

Í ár varð ætlanin at hava eitt skeið í heyst, men av tí, at ov fá høvdu meldað seg til, er tað tikið av skránni. Men Janus Guttesen ætlar sær at skipa fyri skeiðinum aftur komandi ár.

-Um tað eru nakrar kvinnur, sum kundu hugsað sær at roynt tað, so eru tær vælkomnar at siga frá, sigur Janus Guttesen.

Ein undirvísingartími gongur fyri seg á tann hátt, at modellin í byrjanini situr í áleið 2 minuttir í hvørjari positión. Síðani økist longdin á hvørjari positión og at enda fáa teknararnir 10 minuttir at tekna, meðan modellin situr í síðstu positiónini.