Í august fara myndugleikarnir í Grønlandi og Danmark at góðkenna enn eitt útbjóðingarumfar til oljuleiting í Grønlandi Hesaferð er talan um 14 øki, sum eru umleið 150.000 ferkilometrar tilsamans. Talan er um eina leið frá Nuussuaq norður til Qaanaaq, og feløgini, sum vísa útbjóðingini áhuga, skulu prógva, at tey eru før fyri at arbeiða í arktiskum øki, skrivar KNR.
Tey, sum sleppa ígjøgnum nálareygað, kunnu fara undir at leita eftir olju og gassi næsta ár ella í 2011.
Leitiloyvini eru fyri 10 ár, men kunnu leingjast upp í 30 ár. Grønlendska felagið Nunaoil ætlar sær at gera seismiskar kanningar saman við TGS-noper, eins og felagið fer at gera kanningar við fylgisveini fyri at vita, um olja kann vera í økinum, sum nú verður boðið út.