Í farnu viku varnaðist verjuskipið Hvidbjørnen ein stóran oljublett í sjónum einar 35 fjórðingar norðanfyri Føroyar.
Talan var um rættiliga nógva olju, tí bletturin var 10 fjórðingar langur og einar 100 metrar breiður og tað sást, at tað var nógv olja, tí summastaðni fleyt hon tjukk á sjónum, sigur Løgreglan.
Ì hesum sambandi skrásetti Hvidbjørnen hvørji skip vóru stadd í økinum og hevur handað føroyskum myndugleikum nøvnini á teimum skipum, sum oljan kann hugsast at stava frá. Talan er um útlendsk skip og samstundis tók verjuskipið eina roynd av oljuni.
Seinni er so ein trolari, sum var í økinum um hetta mundi, komin inn í føroyska havn og føroyskir myndugleikar fóru so umborð at taka royndir av oljuni umborð fyri at staðfesta um oljan stavaði frá hesum ávísa skipinum.
Enn er úrslitið av royndini ikki komin.
Johanna Olsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at helst er talan um tungolju ella spillolju, men tað er ikki endaliga staðfest.
Hon sigur, at tá ið fráboðanin kom, var apparatið sett ígongd, fyri at meta um, antin oljan kann reka á land í Føroyum og hvønn skaða hon í so fall kundi gjørt á fugl, annað livandi og náttúruna.
Men serfrøðingarnir meta, at tað er ósannlíkt, at oljan fer at reka á land og tá ið tað samstundis er ógvuliga kostnaðarmikið at taka hana upp, er avgjørt at lata hana liggja.
Eydnast at staðfesta, hvaðani oljan stavar, verður tað reist sum ein sak ímóti skipinum og so gongur tað sína vanligu gongd, tí talan er brot á havumhvørvislógina.
Men hon leggur afturat, at tað er als ikki vist, at tað eydnast at finna skipið, sum hevur skyldina av dálkingini.
Hóast oljudálkingin er uttanfyri 12 fjórðingar, er talan um føroyskt myndugleikaøki og Føroyar eru við í altjóða avtalum á økinum.
Johanna Olsen sigur, at tað er ikki ofta, men tað kemur fyri av og á, at tey fáa fráboðanir um oljudálking og fæst prógv fyri, hvør hevur slept olju á sjógv, verður málið reist og so fær tað tær avleiðingar, sum lógin ásetur.
Seinast tey fingu fráboðan um, at oljudálking, var tað ein fylgissveinamynd, sum avdúkaði at illgruni var um eina oljudálking.