Løgreglan leitar framvegis eftir vitnum, sum hava sæð nakað til eina hending á Vaglinum í Havn leygarkvøldið umleið klokkan 2.15.
Har hendi tað at ein bólkur av blaðungum dreingjum, og eitt par í tjúgunum møttust og fóru at tosa um jødatýningina undir krígnum.
Tannáringarnir vildu vera við, at jødatýningin var íspunnin. Orð ókst av orðið og tað endaði við harðskapi.
Tað, løgreglan fyribils hevur fingið at vita, er, at dreingirnir slógu mannin, feldu hann í vegin og slógu og sparkaðu. Tá ið kvinnan royndi at koma honum til hjálpar, var hon eisini sligin nakrar ferðir, áðrenn tannáringarnir tóku til rýmingar.
https://www.in.fo/news-detail/news/bladungir-dreingir-loegdu-a-eitt-par-i-midbynum-i-havn/Les eisini: Blaðungir dreingir løgdu á eitt par í miðbýnum í Havn
Tilburðurin varð meldaður og í hesum sambandi sóknaðist løgreglan eftir vitnum, sum kunnu hava sæð nakað til hendingina. Og tað gera tey framvegis.
Løgreglan sigur, at tannáringarnir vóru baðungir, kanska um 15 ára aldur og teir vóru einir tríggir, fýra í tali, ella kanska onkur afturat.
Tí sigur løgreglan, at er tað nakar, sum varnaðist hendingina umleið klokkan 2.15 leygarkvøldið, og hevur sæð okkurt, sum kann hjálpa teimum at loysa málið, eru tey vælkomin at seta seg í samband við løgregluna.