Talan er enn einaferð um gamla bakaríið hjá Frants Restorff í miðbýnum í Havn, sum eftir ætlan skal rívast niður.
Vaktleiðarin á polititstøðini í Havn sigur, at tað var um 13 tíðina í gjár, at tey fingu fráboðan um, at fólk vóru í bygninginum. Løgreglan fór tí á staðið og fekk tey á dyr aftur. Talan er um fólk, sum vanliga síggjast í miðbýnum í Havn, og sum helst ikki hava nakað stað at upphalda sær í.
Tey vórðu biðin um at fara út, og eingin teirra fekk skuldseting ella sekt.
– Tað var bara talan um fólk, sum vóru eitt stað, har tey ikki skuldu vera, sigur vaktleiðarin.
Annars var seinasta samdøgrið friðarligt hjá løgregluni. Um nátturðatíð í gjár kom ein fráboðan fleiri ross, sum gingu á landsvegnum á Oyrareingjum. Løgreglan setti seg í samband við eigaran um at fara eftir teimum.