Í dag hevur verið arbeitt við at taka eitt gamalt skip upp frá botni.
Ein stórur krani hevur verið brúktur í arbeiðnum.
Skipið liggur sokkið niður fyri bryggjuna á Oyri .
Sum skilst, gjørdist arbeiðið ikki liðugt í dag, men hildið verður fram við upptøkuni aftur í morgin.
Tað er reiðaríið Thor í Hósvík, sum eigur skipið, sum eftir hvat skilst er Leitisteinur VN 556, OW2021.
Skipið, sum liggur sokkið á Oyri, er 18,75 metrar langt.
Ein stórur krani hevur verið brúktur í arbeiðnum í dag.