Leki á oljutanga á Vágsverkinum

- Talan er um tungolju, sum storknar, tá ið hon kólnar, og tí er ikki stórur vandi fyri, at oljan fer niður í undirgrundina, sigur SEV í tíðindaskrivi mikumorgunin

Oljuleki

Alt verður gjørt til tess at forða fyri, at olja endar á sjónum, eftir at menn í morgun vóru varugir við ein leka í tí eina oljutanganum hjá SEV á Vágsverkinum.
Soleiðis ljóðaði fráboðanin hjá SEV um lekan í Vági, sum vit fingu beint fyri klokkan 11 í mikumorgunin.

Skipið liggur
Lagt verður aftrat, at bjargingareindir í løtuni royna at forða fyri, at olja fer á sjógv frá Vágsverkinum.
- Menn vóru varugir við, at tann eini oljutangin á verkinum lekur. Lekin var staðfestur í sambandi við, at SEV fekk olju frá einum skipi frá Shell.
SEV sigur, at Shell eftir áheitan frá elfelagnum hevur játtað at hava skipið liggjandi í Vági, og verður olja nú pumpað umborð aftur, samstundis sum olja verður pumpað yvir í tann minna oljutangan.
- Sum er, lekur olja út í tangagarðin, ið er rundan um tangan, og verður oljan steðgað har.
Í tíðindaskrivinum mikumorgunin sigur SEV seg vóna at hava tómt tangan, áðrenn størri nøgd er likin út í tangagarðin.

Tungolja
Lagt verður aftrat, at talan er um tungolju, sum storknar, tá ið hon kólnar, og tí er ikki stórur vandi fyri, at oljan fer niður í undirgrundina.
At enda sigur SEV, at elfelagið, Shell, sløkkilið, løgreglan og MRCC royna at gera alt fyri, at skaðin á umhvørvið verður so lítil sum møguligt.