Tað er stórur munur á útlendskum "first-price" eplum og teimum eplum, sum vera velt í føroyskari mold ella sandi. Neyvan eru fleiri meiningar um tað.
Hetta er ikki tíðin, tá epli vera tikin upp, men heldur tíðin, tá eplini verða sett niður, tó at tað er nakað tíðliga til árs enn.
Á Sandi eru nakrir bóndur og jarðeigarar annars, sum velta eplini í sand, og her eru eisini bóndur, sum velta og selja sandepli.
Vanligt er at goyma eplini, sum vera tikin upp um heystarnar, í sandi ella mold, og so verður eftir tørvi gingið oman í upptiknu eplaveltuna at taka epli heim við sær til brúks.
Í sandi ella mold halda eplini sær væl, men ansast skal eftir frosti. Sjálvt, nú komið er út á várið, eru goymdu eplini sum nýggj, eins og tað sæst á hesi myndini.
Neyvan finnast nøkur betri epli enn hesi á myndini - velt í sandi á Sandi - og neyvan hava útlendsk "first-price" epli nakran sum helst kjans móti føroysku eplunum.