Lemjandi tøgn í Skopun

Skopuningar hava ongan hug at gera viðmerkingar til skúlamálið. Fleiri teirra hava skrivað undir eitt bræv, sum krevur av landsskúlamyndugleikunum, at fyristilærarin í Skopun verður settur frá starvinum, meðan onnur eru, sum eru ósamd. Men tá roynt verður at fáa at vita, hvat ósemjan snýr seg um, bera fólk seg undan at gera nakra viðmerking

Skúlasstríð

Skopun:
?Hatta man onkur annar vita betur enn eg«, er standardsvarið, ið fæst í Skopun, tá spurt verður, hvar finnast kann fram til tað, sum veruliga liggur aftan fyri ósemjuna, sum tikið seg hevur upp millum tveir lærarar í Skopunar Skúla. Hóast nógv tykjast vita eitt sindur og hava eina meining um tingini, vil eingin siga nakað alment.
Talan er um persónligt stríð millum fyrstalæraran í Skopun, Ingun Simonsen, og Sigurd Bærentsen, lærara við Skpunar Skúla.
Tey hava fríkorter í Skopunar Skúla, tá vit koma framvið. Í góðveðrinum sita fýra kvinnuligir lærarar - vit plagdu fyrr at kalla tær lærarinnur - á betonggarðinum uttan fyri skúlan og hyggja at, meðan børnini spæla í skúlagarðinum.
Myndamaðurin fer yvir til børnini, sum renna við einum bólti rundan um málið í niðara enda á skúlagarðinum. Hann tekur mydnir av teimum, meðan blaðmaðurin fer yvir til lærararnar at vita, hvusu til stendur.
?Jú, tað stendur bara heilt væl til, halda tær. Stuttligt at sita og sóla sær soleiðis í fríkorterinum. Nei, fyrstilærarin er ikki í skúlanum í dag. Er í Havn á skeiði. Heldur ikki einasti mannligi lærarin við Skopuna Skúla er til arbeiðis í dag. Hann er sjúkrameldaður.
?Og meira fær tú ikki at vita frá ogum. Vit halda einki, sigur ein, uttan at verða spurd um nakað ella at greina nærri, hvat tað er, hon ikki heldur nakað um.
Men ikki er av leið at hugsa, at tað er málið um læraraósmejuna, hon sipar til.
Men tær eru blíðar. Siga frá, at tvær teirra arbeiða fast sum lærarar her, meðan hinar báðar bara eru vikarar, nú ein lærari er sjúkrameldaður, og ein annar er á skeiði.
Um vit ikki vilja síggja skúlan, nú vit eru her kortini?
Jú, tað vilja vit fegnir, og fara inn við teimum. Verða vístir runt og síggja, hvat Skopunar Skúli hevur at bjóða næmingunum.
Mugu sanna, at útgerðin, sum krevst, er har, men at tað sanniliga átti at verið meira pláss í skúlanum.
Vit fara oman í bygdina og spáka eitt sindur í góðveðrinum. Fara inn í ein handil og hitta har onkrar skopuningar, sum hava hug at práta um leyst og fast.
Men ikki um skúlan. Hava eingi børn, sum ganga har, siga tey, og vita ikki so nógv soleiðis.
Okkurt smávegis verður nevnt, men einki fyri vist kortini. Fólk eru sera varin og vilja ikki á nakran hátt leggja seg út í hetta málið, sum eyðsýnt kemur tvørt fyri hjá fleiri.
?Sær tú, sigur ein soleiðis burturvið øðrumegin. Hetta fer at klúgva bygdina í tvey, og tað er óluksáliga keðiligt. Eg hopi at onkrir myndugleikar eru, sum klára at loysa hetta málið, uttan at bygdin fær skaða av tí.
Men málið hevur áhuga millum fólk, og gjølla verður fylgt við, verður sannað, tá vit spyrja í handlinum, hvussu til stendur við blaðsøluni í Skopun.
?Tað kundi gott verið sent nógv meira, heldur handilkvinna, tí alt verður rivið burtur beinanveg. Fólk standa og bíða eftir, at bløðini koma, so tey kunnu síggja, hvat er í.
Skúlastýrið skuldi hava fund í gjárkvøldið, veit ein at siga. Um tey ikki mundu vita okkurt at siga.
?Nei, tað er ikki. Tí formaðurin fyri skúlastýrið í Skopun váttaði, at fundur hevði verið, men vildi annars ikki siga nakað sum helst enn tað, at málið er send Undirvísingar - og Mentamálastýrinum og haðani skulu so tær úttalilsi, sum gerast skulu, koma.
Og soleiðis er tað so allan vegin. Øll, tosað verðu við, bera seg undan at hava nakra hugsan um málið. Onkur váttar at hava skrivað undir skrivið, sum farið er til Undirvísingar- og Mentamálastýrið, men vil annars ikki geva sína hugsan til kennar.
Men greittt er, at fólk í Skopun óttast fyri, at hetta málið kann fara at koma rættiliga tvørt fyri, og at tað kann skaða meira, enn tað fer at gera gott.
Tað er ein lemjandi tøgn í Skopun, tá spurt verður um hetta málið. Men øll ásanna kortini, at tað er har, og at tað eigur at loysast beinanveg.