Landsstýrið, løgtingið og teir ymisku løgtingsmenninir hava havt óvanliga nógvar vitjanir í summar. Fyrr í vikuni vitjaði danski umhvørvismálaráðharrin, Connie Hedegaard, Jógvan við Keldu, landsstýrismann, og í løtuni er álendska mentanarnevndin á vitjan.
Ferðavinnan er eitt gullnám
Katrin Sjøgren er virkandi forkvinna í álendsku mentanarnevndini, tí vanligi formaðurin hevur verið fyri einum ferðsluóhappi, og hann er tí ikki við í Føroyum.
- Mentanarnevndin hjá løgtinginum var á vitjan í Álandi fyri einum ári síðani, og tá funnu vit út av, at vit hava sera nógv til felags. Tí hildu vit í álendsku nevndini, at tað hevði verið áhugavert at vitja í Føroyum, og nú eru vit her, sigur Katrin Sjøgren.
Forkvinnan heldur, at bæði Føroyar og Áland hava ein felags trupulleika, nevnliga at vit í alt ov stóran mun bert hava eitt bein at standa á. Í Føroyum er tað fiskivinnan, ið er altavgerandi fyri samfelagið, meðan tað í Álandi er sjóvinnan, ið hevur ovurhonds samfelagsligan týdning. Eg haldi tí, at báðir partar hava nakrar royndir, ið kunnu verða til gagns fyri hini, sigur Katrin Sjøgren.
- Eg haldi, at eins og í Álandi er ferðavinnan eitt alternativ til høvuðsvinnuna. Vit eru kanska komin eitt sindur longur enn tit við at menna ferðavinnuna, men tað er einki at ivast í, at her eru stórir møguleikar í Føroyum. Vit vistu, at tit høvdu eina stórbæra náttúru í Føroyum, men at hon skuldi verða so stórfingin, høvdu vit ikki væntað. Talan er í veruleikanum um eitt gullnám, sum tit eiga í tykkara náttúru, heldur Katrin Sjøgren.
Álendska mentanarnevndin kom til Føroya hósmorgunin, og hon fer av landinum aftur sunnudagin. Á ferðini verður vitjað í løgtinginum, í Norðurlandahúsinum, ymiskum ítróttarfeløgum, og so fer nevndin eisini til ymisk mentanarlig tiltøk, meðan hon er í Føroyum.