- Nú er lendisarbeiðið til nýggju høllina í Sørvági byrjað. Hetta er fyrsta stigið í verkætlanini, og eftir ætlan fer arbeiðið at ganga skjótt komandi tíðina.
Soleiðis siga tey í Sørvágs kommunu.
- Nýggja høllin fer at skapa góðar og nútímans karmar um ítrótt, mentan og onnur tiltøk í kommununi. At arbeiðið nú er farið í gongd er ein týðandi varði, og verkætlanin er sostatt komin eitt stórt stig nærri at gerast veruleiki.
Sørvágs kommuna hevur áður boðað frá, at ætlanin var at halda ein borgarafund í juni. Tann tíðarætlanin vísti seg tó at vera ov bjartskygd, tí nøkur viðurskifti mugu fáast endaliga upp á pláss, áðrenn fundurin kann haldast.
Ætlanin um borgarafund stendur tó við.
- So skjótt, sum allar endaligu loysnirnar eru klárar, verður boðað frá, nær fundurin verður. Her fáa borgararnir høvi at síggja verkætlanina nærri og frætta meira um nýggju høllina, siga tey í Sørvágs kommunu.
##med2##











