Eftir ætlanini skuldi danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, taka lut á einari ráðstevnu í afghanska høvuðsstaðnum Kabul í dag, men eitt rakettálop á flogvøllin í Kabul gjørdi, at flogfarið við ráðharranum kundi ikki seta seg har.
Flogskiparin valdi at fara til Kasakhstan, har flogfarið setti seg at bíða eftir loyvi at sleppa til Kabul. Men tað eydnaðist ikki, og tí noyðist Lene Espersen aftur til Danmarkar, skrivar Ritzau.
Á ráðsrevnuni skuldi hon hitta eitt nú amerikanska uttanríkisráðharran, Hillary Clinton, og hetta er ikki fyrstu ferð, at fundir teirra millum eru farnir fyri bakka.
Lene Espersen var ikki tann einasti uttanríkisráðharrin, sum ikki slapp til Kabul. Tað sama hendi svenska Carl Bildt.