FÓTBÓLTUR
Hóast nógvir góðir spælarar eru at finna á teimum ymsu liðunum kring landið, krevst so sanniliga, at onkur við gløggum viti og fótbóltsskili kann stjórna fyrireikingunum og koma við teimum góðu ráðunum frá síðulinjuni, tá harðast leikar á. Uttan góðar venjarar hjálpir lítið við góðum spælarum.
Í kvinnukappingini gjørdist Lennard Petersen í AB ársins venjari í kapping við Alexander Djordjevic úr KÍ og Magna Jarnskor úr Víkingi. Hann ásannaði, at heiðurin óivað var úrslit av teimum góðu úrslitunum, AB hevur fingið í kappingini í ár.
– Steypagullið og landskappingarsilvurið eru helst orsøkin til, at eg eri valdur. Eg taki tað sum eitt herðaklapp, at onnur hava lagt til merkis tað arbeiði, sum verður gjørt, segði Lennard, ið bæði við vøllin og heima við hús brúkar ein part av síni tíð upp á venjaragerningin á Argjum.
– Tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógva tíð eg brúki um vikuna, men við tí arbeiðinum, sum verður gjørt heimanífrá, er tað kanska 10 tímar um vikuna. Tað sá bara ikki út til at vera nokk í ár, so kanska eg fari at brúka 20 tímar um vikuna næsta ár.
Fegin um føroyskt
Í manskappingini var B68-venjarin, Bill McLeod, kosin ársins venjari framman fyri meistaravenjaran hjá HB, Sámal Erik Hentze, og steypavinnaravenjaran hjá Víkingi, Jógvan Martin Olsen. Og tað var ikki sørt, at Bill var eitt sindur bilsin, tá hansara navn var nevnt.
– Eg hevði ikki væntað at vunnið, tí vit endaðu á fimta plássi eftir eitt upp-og-niður ár. Nú endaði tað kanska eitt sindur keðiligt og øgiliga skuffandi hjá okkum, men hetta er eitt plástur á sárið. Hetta er ein góðkenning av tí arbeiði, vit hava gjørt á Toftum, og tað haldi eg vera »alvorliga well«, segði Bill, ið samstundis fegnaðist um, at hesin heiður enn eina ferð fall einum av føroysku venjarunum í lut.
– Hetta er partur av tí arbeiðinum, sum er gjørt seinnu árini við skeiðum og øðrum, ið ger, at teir føroysku ungu venjararnir menna seg øgiliga væl. Síðstu trý árini hevur hetta verið fulltíðarstarv hjá mær, so tað fara sjálvandi nógvir tímar til tað – kanska 40, 60 ella 70 tímar. At arbeiða fulla tíð sum venjari, haldi eg eisini vera vegin, vit skulu ganga.