Í annaðkvøld fara tey at fagna John Lennon á Seglloftinum á Tvøroyri, har bólkurin Xmas fer at spæla. Tað er Rani Nolsøe, sum er oddamaður í bólkinum, sum spælir kring landið í sambandi við, at tað eru 30 ár liðin síðani víðagitini sangarin í Beatles doyði.
Aftrat sær leygarkvødið hevur Rani Nolsøe menn sum Hanus G. Johansen, Karl Martin Samuelsen og Jón Jacobsen úr Grandmas? Basement.
Aftan á konsertina verður dansur á Seglloftinum.