Jólaevangeliið eigur at minna tey kristnu á teirra skyldu at hjálpa fátækum og fremmandum.
Tað segði Leo pávi jólaaftan á midnáttarmessu í Pæturskirkjuni í Róm.
Leo pávi varð innsettur sum pávi fyrr í ár, og hetta er tí fyrstu ferð, at hann hevur hildið siðbundnu jólamessuna.
Søgan um Jesus, sum varð føddur í einum fjósi, tí einki pláss var í gistingarhúsinum, vísir teimum trúgvandi, at tað at venda neyðstøddum menniskjum bakið er tað sama sum at venda Gudi sjálvum bakið, segði pávin undir messuni.
– Tað er ikki pláss fyri Gudi á jørðini, um ikki pláss er fyri menniskjanum. At vraka tað eina er at vraka hitt, segði pávin.
Leo er fyrsti amerikanski pávin. Hann varð valdur 8. mai, eftir Frans páva, sum doyði í apríl.
Pávin hevur áður funnist at tilflytarapolitikkinum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Undir gudstænastuni jólaaftan siteraði Leo pávi fyrrverandi Benedikt XVI páva, sum harmaðist um, at heimurin ikki hugsar um børn, fátæk ella útlendingar.
– Meðan ein skeiklaður búskapur fær okkum at fara við menniskjum, sum um tey bara vóru ein handilsvøra, verður Gud sum vit og avdúkar óendaligu tignina hjá hvørjum einstøkum menniskja.
– Har pláss er fyri menniskjum, er pláss fyri Gudi. Sjálvt eitt fjós kann gerast meira heilagt enn eitt tempul, sigur Leo pávi.
Umleið 6.000 fólk vóru til messuna við leiðaranum í katólsku kirkjuni inni í Pæturskirkjuni. 5.000 fólk fyldu við á Pæturstorginum.
Áðrenn jólamessuna steig 70 ára gamli pávin út í regnið á Pæturstorginum at heilsa upp á tey møttu, har fleiri av teimum vóru í regnklæðum ella hildu í regnskjólum.
– Eg beundri og virði teg og takki fyri dirvi og ynski um at vera her í kvøld. Sjálvt í hesum veðrinum, segði hann.
Í dag fer pávin at bera sín jólaboðskap og siðbundnu signingina "urbi et orbi" - til býin og umheimin - á Pæturstorginum.
Ritzau/Reuters










