Leon úr KÍ og til ÍF

Einki tykist skula spyrjast burturúr sambandinum millum KÍ og Súna Fríða Barbá, sum mikudagin segðist vera á veg til Klaksvíkar

Tað er ikki bara høgættartrekkur í Klaksvík. Lotið tykist eisini liggja úr KÍ og til Fuglafirðar og ÍF. Undan kappinarbyrjan í ár flutti málverjin Kartin Joensen úr KÍ og til ÍF. Tíðliga í fjør flutti Rúni Elttør úr KÍ og í B36, og undan kappingarbyrjan í ár endaði eisini hann í Fuglafirði, har hann er vongverji og toppskjútti.
Nú er enn ein klaksvíkingur farin til Fuglafirðar. Sambært heimasíðuni hjá Norðlýsinum, sum ger nógv burturúr at fylgja við í tí, sum rørir seg í og kring KÍ, so hevur Leon Bjartalíð nú gjørt av at gevast at spæla fótbólt í Klaksvík. Hann ætlar sær at royna, um fótbóltsevnini kunnu geva meiri spælitíð í ÍF, enn tey hava gjørt í Klaskvík.
Leon Bjartalíð hevur í KÍ verið nógv nýttur í álopinum og eisini á vongverjanum. Har vann hann fyrr í vár plássið í høgru, sum Harley Bertholdsen og Atli Danielsen hava røkt síðstu árini. Síðani Jan Andreasen kom fyri seg eftir skaða, hevur hann vunnið vongverjaplássið, og nú tímir Leon ikki at sita so nógv á beinkinum. Spurningurin er so, um hann fer at fáa spælitíð í Fuglafirði, og um hvør so skal út á beinkin at bíða.
Fyrr í vikuni ljóðaði, at KÍ og Súni Fríði Barbá vóru um at gera samstarvssáttmála. Sambært Norðlýsinum vóru partarnir samdir, men so hálsaði álopsspælarin um. Hann segði seg ikki hava umstøður at venja í Klaksvík.