Lesið og undrist

Hin heimurin eftir Petur Jacob Sigvardsen er eitt djúpt hugtakandi savn av søgum úr veruleikanum og livdum lívi

Ummæli 



Evnini at undrast eru serstøk

fyri hitt skapandi menniskjað


Um skaldskapur er at siga frá síni undran,

eru hesar søgur skaldskapur.



Abbi mín var fyri einum løgnum tilburði einaferð. Honum dámdi væl at fleyga fugl, og hendingin fór fram eitt summar, hann var fastur maður á einum báti, ið á góðari ætt róði út undir bjørgini, har menninir vórðu settir av og kluvu upp í fleygasessirnar. Har sótu teir so fyri dagin, til báturin kom aftur. Ein so stak góðan morgun vaknaði abbi óvanliga tíðliga, og sá beinanvegin, at hetta fór at vera ein frálíkur fleygadagur undir oynni. Sum tað leið út á morgunin, kom ein kensla á hann, at í dag skuldi hann ikki fara. Kenslan av ófrættum vaks og gjørdist so sterk, at hann avgjørdi ikki at fara. Fyri ikki at noyðast at seta seg upp í ímóti tilkomnum monnum, hann var heilt ungur tá, og skula forklára nakað, rýmdi hann av bygdini og fjaldi seg burtur frá húsum. Tá so boðað varð at fara, var hann ongastaðni at finna. Tey leitaðu eftir honum allastaðni, hugsast kundi, men funnu hann ikki. Í endanum avgjørdu hinir menninir at fara undan honum. Tað var liðið nakað út nú, so skuldi nakað fáast burtur úr degnum, máttu teir fara uttan hann. Tað hendi so tað, at tá teir komu út undir bjørgini og róðu fram við har, ið fleygasessurin var, abbi plagdi at fara í, leyp hann. Eingin ivaðist í, at høvdu teir farið so betíðs, sum teir ætlaðu og vóru vanir, hevði abbi sitið í sessinum, tá hann leyp.


Bókin Hin heimurin eftir Petur Jacob Sigvardsen er eitt savn av autentiskum søgum sum henda og mongum øðrum. Hetta at kenna á sær tað, ið ikki er hent enn, kallaðu summi at hava eitt ánilsi, og søgur ið minna um hesa, eru í bókini. Eitt annað slag av søgum er um at síggja, hvat ið skal henda, men ikki er hent. Tá tosa vit um at síggja í hamferð. Høvundurin hevur skipað tilfarið í sjey partar eftir innihaldi. Teir eru Dreymar, Sjónir, Fyriboðan, Hamferð, Ófrættaboð, Løgnir lutir og Løgin ljóð. Innihaldið í øllum søgunum er tó av slíkum slag, ið kann kallast yvirnátúrligt.

Petur Jacob Sigvardsen hevur tikið søgurnar upp á band, skrivað tær av og lagað tær til skrivaðan stíl. At gera hetta krevur tol, arbeiðssemi, hegni og ikki minst eitt opið sinni og forvitni. Alt hetta hevur Petur Jacob. Hann hevur prógvað tað við teimum stórverkum, hann higartil hevur givið út av siðsøguligum tilfari: Fyrst og fremst verkini Gjáar søga og Torvið. Hetta seinna verkið hevur eisini vakt altjóða áhuga við tí íkasti, tað gevur til søguna hjá samfeløgunum her við Atlants strendur, ið eru so lík á mangan hátt.

Nú er so komið fyrsta bind í enn einum stórverki. Tilfarið er so stórt, sigur høvundurin, at vit kunna vænta okkum fleiri bind. Tað er gott.


Søgur um hamferð haldi eg vera serliga áhugaverdar. Hetta er ein, ið hann tó ikki hevur á bandi, men sigur eftir egnum minni, sum hann hoyrdi hana frá einum manni í Hvalvík: “Eg var staddur í eini krógv og fekk mær upp í leypin av torvi, tá ið ein skipsmanning kom gangandi har framvið.

Hetta vóru fremmandir menn, sum eg ikki kendi. Men millum teirra gekk ein hvalvíkingur. Eg visti, at hann skuldi fara til skips við einum útlendskum skipi.

Eg var, sum vera man, sera illa við av hesi sjón, læt leypin standa eftir í krónni og fór rennandi heim í bygdina at vita, um hesin bygdarmaður mín mundi vera farin, tí eg bar ótta fyri, at fór hann til skips við hesum skipi, kom hann ikki livandi aftur.

Jú, maðurin var farin til Havnar um morgunin, og tá ið ringt varð suður til Havnar, var trolarin farin avstað til fiskiskap, og hann spurdist ongantíð aftur.”


Eg havi sjálvur sum ungur roynt at “forklára” tað at síggja í hamferð í eini ritgerð. Nú haldi eg at alt, eg royndi av “forkláringum” tá, ikki er annað enn burturforkláringar. Eitt kunna vit vera samd um: hetta eru reellar upplivingar, her verður ikki logið ella skrøggað. Og at eg havi roynt meg við burturforkláringum, sigur mær í dag bert, at okkurt var, eg ikki skilti tá.

Eg havi eftirlýst vitan og gransking um søgur um hamferð millum granskarar víða hvar, men eingin veit at siga nakað ella vísa á nakran, ið hevur arbeitt við slíkum tilfari. Eg spurdi enntá frá røðarapallinum á eini stórari altjóða ráðstevnu í Írlandi fyri nøkrum árum síðani, um nakar kundi siga mær slíkar søgur í øðrum londum, men fekk einki játtandi svar. Eg fái meg illa at trúgva, at bert føroyingar siga hesar søgur.



Í einum hugvekjandi inngangi nemur høvundurin við ymiskt í samband við søgurnar. Har nevnir hann sjálvsagt tøgnina, fólkið livdi við, og sum vit í nútíðini so lítið kenna til. So sjáldan uppliva. Eg komi at hugsa eisini um myrkrið. Á hávetri eru dagarnir so stuttir, og eftir skýming tíðliga seinnapartin livdi fólkið í mykri til út á fyrrapartin dagin eftir. Innandura bert við eini kolu og eldinum á fýrstaðnum ella grúgvuni. Uttanfyri var bølaniða. Tað gevur stundir og høvi til umhugsan. Og til samrøðu. Um millum annað grundleggjandi spurningar, sum hesar søgur viðgera á sín hátt. Fólkini, ið siga hesar søgurnar, hava evnini til at undrast, og duga at bera sína undran fram. Eg hugsi mær, at tað krevur eitt opið sinni og vilja til at sansa meira enn bert at staðfesta tað, ið ein veit frammanundan. Tað krevst ein sannkenning, at vit vita ikki alt! Og skilja ikki heldur alt.


Har er stórt frásøgukynstur í hesum munnligu søgunum. Tað er ikki lætt at flyta talað mál yvir í skrivað, tí tey eru hvør sín máti. Tað er skjótt at oyðileggja eina munnliga frásøgn við ov stirvnum skriftmáli, og enn verri kann úrslitið gerast, um ein roynir at endurgeva munnliga frásøgn meira og minni orðaraði. Tað vita øll, ið hava roynt tað. Petur Jacob hevur havt sera hepna hond í hesum arbeiðinum. Søgurnar sita væl, og honum hevur eydnast at varveita ein munnligan dám í tekstunum, so teir hava nakað av tí frískleikanum, ið eyðkennir góða munnliga frásøgn.

Eg frøist um málið og frásøgukynstrið. Bert einføld orð verða nýtt í hesum ærligu og ekta frásagnum, men afturfyri eru tey rokalødd við merkingum úr sansaðum lívi. Søgurnar á hesum óuppgjørda máli nema við áhoyraran og lesaran. Her er ikki sagt frá á skránaðum máli við orðum, leitaðum fram úr fornorðagoymslum, ið verða standandi sum deyð og óbrúkt orðabókarorð, sum sløktir vitar, ið ikki kunna lýsa, tí lívið, tey vóru partur av, er farið, og ofta eisini, tí at tey skula vera umbering fyri ólivað lív hjá teimum, ið leita tey fram aftur.

Søgurnar í bókini Hin heimurin eru úr livdum lívi. Petur Jacob Sigvardsen hevur varliga latið tær í skriftmálsbúna, men tíbetur onga roynd gjørt at lána teimum orð, tær ikki kennast við. Og tey við tær.

Hin heimurin eftir Petur Jacob Sigvardsen er eitt djúpt hugtakandi savn av søgum úr veruleikanum.

Keypið hesa bókina! Latið sinnið upp, lesið og undrist!