StÍF hevur sett Levi Tróndarson Nybo sum hjálparvenjara hjá besta mansliðnum hjá felagnum fyri hetta kappingarárið. Hann skal hjálpa til við venjingum og dystum hjá besta liðnum í tøttum samráði og samstarvi við høvuðsvenjaran, Borce Markovski. Hann skal eisini stuðla og ráðgeva høvuðsvenjara og leikarum.
- Levi hevur drúgvar hondbóltsroyndir, bæði sum leikari í bestu deild og sum málmansvenjari. Seinastu átta árini hevur hann verið partur av besta mansliðnum hjá StÍF sum leikari og málmansvenjari. Levi Tróndarson Nybo spældi í fleiri ár ár við besta liðnum hjá H71, har hann var við til at vinna FM í 2009.
Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo - verður víst á, at Levi Tróndarson Nybo fleiri ferðir hevur verið kosin ársins málmaður. - Vit fegnast um, at felagið hevur fingið ein so væl skikkaðan venjara at hjálpa og menna mansliðið í tøttum samstarvi við høvuðsvenjara og leikarar, siga tey í StÍF á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag.