Býráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum í Havn, Levi Mørk, tekur seg aftur sum valevni á listanum hjá Javnaðarflokkium til løgtingsvalið.
? Av tí at eg siti í býráðnum í Havn, sum krevur nógv, og tí at kommunalpolitikkur og alndspolitikkur er hvør sítt øki, havi eg gjørt av ikki at vera valevni til komandi løgtingsval, sigur Levi Mørk.
Hann sigur, at hann hevur bæði familju og arbeiði, sum krevja sítt.
Tað var mánakvøldið, at Suðurstreymoyar Javnaðarfelag kunngjørdi nøvnini á fimm kvinnum og seks monnum, sum eru í uppskoti at stilla upp til komandi val. Nú eru tað fimm kvinnur og fimm menn, sum eru fús at stilla upp fyri Javnaðarflokkin í høvuðsstaðnum. Tey eru:
Tey, sum higartil eru komin á listan, eru:
Helena Dam á Neystabø
Rigmor Dam
Ann Damgaard
Ingrid Henriksen
Rebekka Vestergaard
John Johannessen
Heðin Mortensen
Sjúrður Johannesen
Jákup Danielsen
Hilmar Augustinussen