Fyrsta evnið á rættarfundinum í nevningatinginum í Føroya rætti í gjár var ætlanin hjá tí ákærda manninum og fyrrverandi konu hansara um at yvirtaka húsini, sum fyrr var heimið hjá Pidda og henni.
Politiið hevur gjørt eitt stórt arbeiði við at leita øll sms-ini og boðini teirra millum á Facebook fram. Fyrrverandi kona Pidda lætti tó um hetta arbeiðið við beinanvegin at geva politinum sína telefon og at upplýsa, at hendan telefonin var nýggj, men hon hevði havt eina aðra, sum helst var skadd av vatni.
Tann skadda telefonin hevur verið til kanningar í Hollandi, har tey hava serligautgerð at kanna skaddar telefonir.
Fleiri av hesum boðum teirra millum vórðu løgd fram í rættinum.
Í sínum boðum skrivaði tann ákærdi fleiri ferðir um boss og big boss og um advokatar.
Tráðspurdur svaraði tann ákærdi, at hann nevndi fleiri á Bakkafrost, har hann arbeiddi fyri bossar.
Eina ferð skrivaði hann til hennara, at hann hevði fingið lykil frá bossinum, men hvat tað merki mintist hann ikki. Hann hevði í hvussu er ongantíð havt lykil til húsini á Mýrivegi.
Var ótolin
Hann var ótolin eftir, at tey kundu yvirtaka húsini, sum Piddi búði í, og tá ið einki lag var á henni, og tey klandraðust, royndi hann at fáa hana at trúgva, at advokatur hansara hevði tosað við hennara advokat. Hann hevði logið fyri henni fleiri ferðir.
Nøkur boð vórðu torfør at skilja, men hann nevndi í eini viðmerking, at hann hevði fingið fleiri ávaringar frá leiðsluni fyri at sms-a í arbeiðstíðini.
Tað kom fram, at tey bæði høvdu verið í Havn og bílagt innbúgv og annað fyri samanlagt fleiri ferðir 10.000 krónur.
Ákærin fekk einki svar uppá, hví tey keyptu alt hetta, áðrenn húsini vóru teirra.
Eisini kom fram, at vøran varð bíløgd til Mýriveg, har tey ætlaðu at keypa hús. Hann segði, at tað hevði hon skrivað. Hann rættaði ikki, tí hann helt hana hava skrivað, at bílagda vøran skuldi til húsini á Nesi, har hann leigaði.
Hann skrivaði sjálvur ein sáttmála um at yvirtaka húsini. Tað var ein sáttmáli, sum hann hevði funnið á internetinum og umsett við google translate.
Tann ákærdi segði, at hann hevði tosað í telefon við nakrar advokatar, men hann mintist ikki nøvn teirra.
Einastaðni skrivaði hann um ein advokat, hann hevði tosa við á Bakkafrost.
Tá ið hann varð spurdur nærri um hendan advokain segði hann, at hann kendi ongan advoka hjá Bakkafrost. Tá ið hann skrivaði advokat, menti hann við starvsfelagar, sum hann ikki kendi navnið á á Bakkafrost.
Hann hevði ikki tosað við advokat hennara ella við advokatin hjá Pidda, men hon hevði ringt til advokat sín annað ella triðja hvørt kvøld. Hann kundi ikki so væl tosa við advokatar, tí hann dugdi so lítið av enskum.
Leyg illa
Hann var sannførdur um, at hon altíð hevði tosað satt, men hann hevði ikki skil á, nær hann sjálvur hevði tosað satt ella logið.
Tá koyrdi ákærin Linda Hesselberg á hann:
- Leyg tú eisini, tá ið tú segði, at tú ikki hevði dripið Pidda.
Órørdur svaraði maðurin, at hann hevði logið eina ferð fyri politinum, um tað var um samskiftið, men hann hevði ikki dripið Pidda.
Fleiri sms og boð á Facebook kundi hann ikki greiða nærri frá, tí hann mintist ikki.
Í einum boðum, har advokatar vóru nevndir, snúði tað seg ikki um advokatar.
Hetta var 23. oktober, tá ið hann skuldi í føðingardag hjá tveimum starvsfeløgum, og føðingardagurin var í Lamba. Nøvn hevði hann eingi at nevna.
Eini boð frá tí ákærda til kvinnuna kundu ljóðað sum, at hon hevði skilt á honum, at tey kundu flyta inn 1. november. Hon skrivaði tá, at ljós var í húsunum hjá Pidda, og har var einki politi at síggja. Tað legði ákærin út sum, at politiið skuldi koyra mannin út, fór hann ikki sjálvur.
Nógv annað hevði hann sagt fyri at blíðka hana.
Til dømis segði hann henni, at hann fór at vitja Pidda. Tað var eisini lygn.
Hetta var um sama mundið, sum Piddi var og tók út pening fyri seinastu ferð, 3. november.