Leygardag og leygardagin merkja ikki tað sama

Onkuntíð hevur tú varhugan av, at onkur, sum fær arbeiði í útvarpinum, skal gera vart við seg málsliga, sum ikki hevur gávurnar til tað. T. d. heldur onkur, at nú skulu allar tíðarmerkingar verða óbundnar, men so einfalt er tað ikki. Sigi eg, at leygardag svimji eg, so svimji eg hvønn leygardag, men sigi eg, at leygardagin svimji eg, so merkir tað, at eg svimji nú leygardagin.