Leygardagin verður tvørligt hjá teimum, sum brúka bil at koma sær aftur og fram í Havnini. Í veruleikanum kann tað vera so tvørligt, at býráðið heitir á fólk um at leggja sær dagin soleiðis til rættis, at tey ikki skulu brúka bil – og Bussleiðin fer at koyra
Orsøkin er, at leygardagin verður stór rennikapping í Havn. Talan er um Tórshavnar Maraton og árligu heilsurenningina og tá fara nógvir útlendingar og føroyingar at renna marathon, hálvmarathon og 5 kilometrar.
- At nógvir rennarar eru í býnum, merkir, at fleiri vegir eru stongdir partar av leygardegnum.
- Í miðbýnum eru fleiri vegir stongdir millum klokkan 08-15. Men ferðslan verður eisini tarnað aðrastaðni. Landavegurin frá Eystara Ringvegi og Inn í Kaldbaksbotn og Eystari Ringvegur og Yviri við Strond eru stongdir í seks tímar, ímillum klokkan 08 -14, og somuleiðis verða eisini aðrir vegir stongdir.
Leygardagin koyra bussarnir í Havnini sum gerandisdagar millum kl. 10 -16. Hetta tíðarskeiðið koyra leið 1, 2 og 3 tríggjar ferðir um tíman. Í Sosialinum í dag er eitt neyvnt yvirlit yvir, hvussu vegirnir verða stongdir leygardagin. Hetta er tólvtu ferð, at Tórshavna Maraton er.
|