Óli endaði omaná í landsliðsuppgerðini

Fótbóltur: Miðverjin, sum í kvøld spælir fyri 40. ferð á landsliðnum, hevur fyri fyrstu ferð spælt ein dyst á tamb fyri AGF

Eftir døgurða í gjár komu teir báðir seinatsu og tveir av týdningarmiklastu spælarunum á landsliðnum í landsliðshópin, sum er staddur á Hotel Føroyum, og í gjárkvøldið skuldu Óli Johannesen og Todi Jónsson venja á Tórsvølli saman við liðfeløgunum.

Í fyrrakvøldið hittust feløgini hjá teimum báðum í Aarhus, og frammanfyri 5.700 áskoðarum ? eitt sindur færri enn tey í Aarhus høvdu vónað ? vann felagið hjá Óla Johannesen, AGF, 1-0 móti FCK og Toda Jónsson. Málið fekk heimaliðið í síðsta álopinum undan hálvleikssteðginum. Bo Nielsen skoraði, og hetta var fyrsti sigurin hjá AGF í hesum kappingarárinum. FCK eigur eftir fýra umfør framvegis fyrsta sigurin á, og tað má bara staðfestast, at høvuðsstaðarmenninir standa seg illa móti liðum úr Jyllandi, tí FCK hevur tapt við einum máli móti Viborg og AGF, við tveimum málum móti AaB, meðan teir fingu javnleik móti Silkeborg.


Dystaðust innanhýsis

Bæði Todi Jónsson og Óli Johannesen spældu allan dystin á tamb, og viðhvørt stóðu nærdystirnir teirra millum. Todi Jónsson hevði onkran stútara og onkra skotroynd móti málinum hjá AGF, men hann hevði ongan hundrað prosents møguleika, sum tað verður sagt. FCK royndi at trýsta í 2. hálvleiki, og í yvirtíðini sendi Thomas Rytter í stólpan.

Óli Johannesen var annar av miðverjunum hjá AGF. Har spældi hann saman við Ken Martin, sum eisini er nýggjur í felagnum. Andres Bjerre hevur við miðverji, men hann var á verjukenda miðvallarplássinum.

? Vit eru sjálvandi væl nøgdir við úrslitið, og nú vóna vit at fáa glið á. Leygardagin eiga vit ein torføran útidyst í Aalborg, sigur Óli Johannesen, sum hevði uppgávuna at vera tann, ið hevði ábyrgdina av at bakka upp, meðan Ken Martin hevði uppgávuna at fara í mótstøðumannin.

Tað verður sagt úr Aarhus, at Óli Johannesen var væl við bæði á jørðini og í luftspælinum, og tað verður mett ikki so lítið sannlíkt, at tvørámaðurin longu er við at vinna sær fast pláss á liðnum:

? Ferðin var góð, og tað kendist sum í onkrum landsdystum. Teir spældu í síðurnar og sendu so langar og høgar bóltar innfyri, so tað minti ikki so lítið um dystin móti Skotlandi, heldur Óli Johannesen.


Tvær ferðir burturfrá

Í kvøld verður óli Johannesen fyri 40. ferð á landsliðnum, og hetta er fyrsti landsdysturin, síðani hann gjørdist fulltíðar yrkisspælari. Óli var fyrstu ferð á landsliðnum í venjingardystinum á Svangaskarði móti Ísrael 5. august 1992. Ta ferðina varð hann skiftur inn, men síðani hevur hann so at siga hvørja ferð verið við allar 90 minuttirnar. Undantøkini eru tvey. Fyrru ferðina var í San Marino á heysti í 1995, tá óli Johannesen undir venjing í San Marino fekk ein heilaskjálvta og tískil ikki kundi vera við, og hin ferðin var í Estlandi fyri einum ári síðani, tá hann var upptikin av próvtøku.

? Tað hevur verið spennandi og avbjóðandi at spæla á landsliðnum, og hugurin er framvegis góður at umboða Føroyar. Tíbetur tykist tað ikki at vera nakar trupulleiki at fáa frí til landsliðsuppgávur, so verður heilsan og venjarin framvegis fer at vísa mær álit, so vóni eg at spæla á landsliðnum nakað afturat, sigur Óli Johannesen, sum man kenna økt sjálvsálit eftir at venjarin Peter Rudbæk, longu hevur víst honum álit og aftaná sigurin móti FCK gav til kennar, at hann var nøgdur við avrikið hjá føroyska landsliðsmanninum.