Liðini í Gundadali í dag eru á tindinum

Felags fyri B36 og NSÍ er, at tey hava vunnið fulla úrtøku nógvar tær seinastu ferðirnar

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í fyrsta dystinum í fjúrtanda leikumfari í Betri deildini. Tá fær B36 vitjan av NSÍ.

Felags fyri B36 og NSÍ er, at liðini nógvu tær seinastu vikurnar hava verið á aldukambinum.

Í runavík tapti b36 fyri triðju ferð á rað. Síðani hevur gingið sum eftir ánni. 30. apríl var B36 í Runavík.Tá vann NSÍ 2-1, og B36 tapti fyri triðju ferð á rað. Síðani hevur B36 spælt seks dystir og vunnið allar.

NSÍ er á veg í Gundadali við seks sigrum á rað. Góða gongdin ber við sær, at hesi bæði liðini eru við í kappingini um oddasessin. NSÍ hevur 31 stig og er eitt stig frá toppinum, og B36 hevur 30 stig.

Úrslitini higartil boða frá, at tey stóru vinna so at siga hvørja ferð ímóti teimum niðaru á støðutalvuni. Tí eru innanhýsis uppgerðirnar millum tey fimm ovastu ógvuliga avgerandi fyri vánirnar at vinna FM og Europa luttøku.

-Vit eru væl fyri, og sjálvsálitið er stórt. Virðingin fyri B36 er stór, og øll vita, at avbjóðingin í Gundadali altíð er millum tær størstu, men vit ætla okkum at vinna, sigur NSÍ hjálparvenjarin Jens Martin Knudsen.

-Eg var ógvuliga væl nøgdur við hugburðin, sum spælararnir vístu, tá ið vit fyri viku síðani vunnu 1-0 í Trongisvági. Um hann verður tann sami ímóti NSÍ, so fer hann at gott grundarlag ímóti NSÍ, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.

Fyri viku síðani saknaði bæði liðini týsningarmiklan miðverja. Hjá NSÍ er Oddur Á. Højgaard tøkur aftur. Hjá B36 er Erling Dávidsson tøkur aftur.

B36 – NSÍ: Alex Troleis í dag kl. 15.00.