Óli P. í fastur táttur á ólavsøku

Óli Petersen hevur verið blaðteknari á Sosialinum í mong ár og framsýningin á ólavsøku við teknngunum er vorðin fastur táttur og er aftur á skránni í Miðlahúsinum í ár



Aftur í ár verða tekningarnar hjá Óla P., sum fólk kenna frá baksíðuni á Sosiallinum, sýndar fram á Ólavsøku.

Tað hevur verið fastur táttur í 18 ár, at tekningarnar verða sýndar fram á ólavsøku. í 15 ár var framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík, men síðani Sosialurin flutti í góðu hølini í Miðlahúsinum í Vágsbotni, hava tekningarnar verið sýndar í Miðlahúsinum.

Vanligt er, at Miðlahúsið er opið á ólavsøku. Filmar verða sýndir og tónleikatiltøk eru í húsinum. Umframt hetta ber so til at síggja tekningarnar hjá blaðteknaranum Óla Petersen. Tær hanga á glessveggunum á sjálvari redaktiónini.

Hóast Óli P er farin fram sjeyti árum, so er hann enn virkin, og strikurnar eru enn líka rámandi og sigandi. Sýningin í ár er nummar 18 í røðini.