Óli, sannleikin og kryvjimaskinan

Dan R. Petersen

Í grein í bløðunum 17.11.06 sigur Óli Jacobsen meg lúgva, tá eg fortelji, at eg fór inn í málið um kryvjimaskinuna, tá reiðari hevði kroyst manningarnar longur enn loyvt var, og teir onga hjálp høvdu fingið frá Óla.
Søgan er henda: Vit fingu kryvjimaskinu umborð januar - februar í fjør. Á, tann Harrans lætti.
Í apríl mánað fekk eitt trolarapar, vit høvdu tætt tilknýti til, somu útgerð. Nakað áðrenn hetta arbeiðið var liðugt, fortaldu hesar manningar okkum, at teir umvegis skiparan høvdu fingið at vita, at teir sjálvir skuldu gjalda hesa útreiðslu fyri reiðaran.
Vit lógu á Toftum, og eg ringdi beint til Óla og bað hann kvala hesa ætlan í føðingini, tí hetta var greitt álitis- sáttmálabrot, sum fór at skapa fordømi fyri aðrar reiðarar.
24. apríl koma manningarnar til skipini, sum nú hava nevndu maskinur innstalleraðar. Áðrenn mynstrað verður, kemur reiðarin umborð við einum pappíri, har hann krevur, at fólkið skal gjalda maskinurnar við einum hálvum parti frá hvørjari manning t.v.s. hálvum øðrum parti,annars fekk tað fylgjur.
Umboð fyri manningarnar ringja til F. F. at klaga. Boðini frá Óla vóru: “Tit skulu ikki skriva undir!” og so var samrøðan liðug. Var Óli nakar maður tá, so troppaði hann sjálvur upp á kajini og legði skipini við brestin, inntil mynstrað varð eftir galdandi sáttmála. Manningarnar vóru tá so sperdar, at tær skrivaðu undir. Mundi Erlendur Patursson, sum fór í geglið fyri sínar limir, havt handlað so jonkasliga?
Hetta var 24 apríl, og skipini gera hálvan annan túr og koma inn við maskinskaða 8. mei. Tástani frætti eg, hvussu kroystar manningarnar høvdu verið.
Nú sá eg onga meining í at ringja aftur til Óla, men ringdi til næstformannin, sum eg havi samstarvað væl við í 30 ár.
Eg spurdi hann, hvat nevndin í F. F. segði til, at reiðari hevði kroyst sínar menn til sáttmálabrot.
Svarið var, at nevnda mál hevði ikki verið fyri á fundi, og sjálvur hevði hann bara hoyrt hesi tíðindir í einum føðingardegi. Tá hugsaði eg: drìvur Óli F. F. sum sína egnu kiosk, tá hann ikki orienterar nevndina um slíkt álvarsmál?
Einar fimm minuttir eftir samrøðuna við næstformannin, ringir Óli og spyr, hvat eg vil. Eg fortelji honum søguna og sigi annars, at nú fari eg í bløðini við málinum.
Tann 11. mei skrivar Óli bræv til Reiðarafelagið (endurgivið 17.11.06), har hann í sera mjúkum vendingum átalar at ávísir reiðarar meir ella minni trýsta fiskimenn at skriva undir...
Tann 13. mei skrivar Edvard í Skorini Joensen eftir áheitan frá mær grein um málið í Sosialinum.
Tá var skipara og Navigatørfelagið eisini komið uppí.
Var Óli farin inn í málið, tá eg gav honum tað fyrsta preiðið, høvdu 3 manningar sloppið undan at verið eyðmýktar av sínum reiðara, og Óli hevði borið seg at sum ein rættur fakfelagsmaður. Tað gjørdi hann ikki.
Nei, Harra formaður! Dan R. Petersen lýgur ikki. Hann hevur sera gott minni, og so noterar hann sær dato.
Hesa søguna kenna nógvir sjómenn og rista við høvdinum yvir sín formann. Tað er millum mangt annað slíkar hendingar, sum hava gjørt, at eg ætli at loysa hann av 31. januar 2007.