Óli: Trýstið verður størri hesaferð

Fótbóltur: Litavar fara at spæla meira álopssinað, enn Estland gjørdi, og verjuskansin Óli Johannesen væntar nógv trýst á føroysku verjuna í kvøld

Føroyska landsliðið fer at fáa ein truplari dyst í kvøld, enn teir høvdu móti Estlandi leygardagin.

Bæði styrkislistin hjá FIFA og royndirnar frá fyrra dystinum siga tað.

? Dysturin í Litava er ein tann strævnasti dysturin, eg nakrantíð í lívinum havi spælt, sigur Óli Johannesen, verjuálit á landsliðnum.

? Vit vóru alla tíðina undir trýsti, og vit vóru hepnir at fáa javnleik burtur úr, heldur hann.

Tað var serligu fyrstu 20 minuttirnar, at heimaliðið legði stórt trýst á føroyska liðið. Teir lupu á heilt frammi á vøllinum og sendu eina ørgrynnu av bóltum í føroyska brotsteigin.

Men dysturin endaði málleyur, og tað var fyrst og fremst málverjin Jákup Mikkelsen, sum við stórspæli syrgdi fyri, at litavar einki mál fingu. Fyrstu løtuna hevði hann tríggjar frágera góðar bjargingar, og serliga í eina førðinum, tá leysur litavi fluktaði móti málinum, var bjargingin hjá Jákupi í heimsflokki.

So hvørt sum dysturin leið, komu føroyingarnir eitt sindur við í dystinum, og at enda var um reppið, at føroyingar fóru við øllum, tí Todi Jónsson hevði naska roynd.


Miðverjan er sterk

Hesaferð koma litavar til dystin móti Føroyum, eftir at teir hava tapt 4-0 á heimavølli fyri oddaliðnum í bólkinum, Kekkia. Og skulu teir gera sær nakrar vónir um at verða við í stríðnum um næstfremsta plássið í bólkinum, sum skotar í løtuni sita á, so kann bert ein sigur brúkast.

? Hetta verður ein truplari dystur enn hann móti Estlandi, tá vit høvdu uppiborið meira enn eitt tap, men tað er ígjørligt at siga frammanundan, hvat eitt gott úrslit vildi verið. Men í øllum førðum skulu vit royna at fáa ein javnleik, sigur Óli Johannesen.

Superligaspælarin av Tvøroyri vísti saman við hinum báðum í føroysku miðverjuni, Hans Fróða Hansen og Jens Kristian Hansen, sera gott spæl móti Estlandi. Verjan var grundarlagið undir einum góðum føroyskum avrikið, sum tíverri endaði við tapi.

? Vit tríggir hava spælt nógv saman og kenna hvønn annan rættiliga væl. Vit tosa væl saman, og tað tykist sum tað gongur bara betri og betri við okkara samanspæli. Men vit heysta eisini fruktirnar av, at alt liðið er blivið betri, sigur Óli Johannesen.


Føroyski kletturin

Óli Johannesen, sum spældi seg av 2. deildarliðnum hjá TB og inn á superligaliðið hjá AGF eftir ongari tíð, hevur havt eina strævna skrá seinastu vikurnar.

Hann flutti av Tvøroyri og til Århus, hevur spælt bæði superligadystir og fleiri landsdystir, og hevur ferðast aftur og fram millum Danmark og Føroyar

? Eg havi ikki kent tað at verða so øðiliga strævið. Eg eri vanur við at ferðast nógv, og tí hevur tað ikki verið so møtimikið, sigur Óli Johannesen.

Hann hevur spælt so væl seinastu vikurnar, at í Danmark hevur hann fignið nøvn sum ?múrurin? og ?føroyski kletturin?, og í Føroyum hevur tað verið sjón fyri søgn, at róligi tvørámaðurin hevur heilt serlig evni til fótbólt.

Og í morgin verður tað Óli Johannesen, sum saman við restini av føroysku verjuni, skal halda litavum burtur frá føroyska málinum.