Fuglfirðingar snávaðu aftur í kvøld móti einum av botnliðunum. 07 Vestur vann 2-1 í Fuglafirði í kvøld.
Tað var lítil ferð á bóltinum í fyrra hálvleiki, men Clayton Soares tók av einasta møguleikanum hjá 07 Vestur fyri steðgin.
Heimaliðið legði bragdliga fyri í seinna hálvleiki, og Nenad Saric javnaði, tá fýra minuttir restaðu í. Minuttin seinni skeyt Eli Falkvard Nielsen.
Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari, heldur ikki, at tað var óuppiborið, at 07 Vestur vann.
- Vágamenn vóru grammir og gjørdu nógv rætt. Teir stóðu væl í verjustøðu og syrgdu fyri, at fuglfirðingar ikki spældu seg fram til upplagdar møguleikar. Hinvegin var lítið veiggj í heimaliðnum í dag, sigur Sigfríður Clementsen.
------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
ÍF ? 07 Vestur 1-2 (0-1)
0-1: Clayton Soares, 43.
1-1: Nenad Saric, 86.
1-2: Eli Falkvard Nielsen, 87.
94 Dysturin er liðugur! 07 Vestur hevur vunnið 2-1 í Fuglafirði!
93 Fuglfirðingar trýsta, og vágamenn hava ríkiligt av plássi at fara í snarálop. Bólturin ferðast aftur og fram nú.
91 Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur, var púra einsamallur við málverjan, men misnýtti upplagda málmøguleika. Ein góð bjarging av Hallgrím Gregersen!
90 Fýra minuttir eru lagdir afturat.
89 Tór-Ingar Akselsen hevur fingið gult kort fyri at dríggja tíðina.
89 07 Vestur skiftir út. Clayton Soares er farin út, og Sigtór Petersen er komin inn.
87 MÁL! 07 Vestur er aftur á odda! Karl Løkin misti bóltin á miðvøllinum, og gestirnir fóru í skjótálop. Eli Nielsen sendi fram við Hallgrím Gregersen. 07 Vestur svarar aftur beinanveg!
86 MÁL! Nenad Saric hevur javnað! 07 Vestur fekk ikki sparkað bóltin burtur av vandaleið, tá Saric smekkaði bóltin fram við Kristian Joensen.
85 Vágamenn eru raskir og treiskast eftir bóltinum allatíðina.
84 Tað hevur einki bit verið í álopsspælinum hjá 07 Vestur í seinna hálvleiki.
81 Nenad Saric sendi bóltin á stongina! Tað var eftir trunkaspæl, at hann slapp framat bóltinum, men vágamenn vóru hepnir.
80 - Bartal Eliasen er fluttur fram í álopið, og nú fara fuglfirðingar væntandi at spæla við langum bóltum, sigur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari.
78 Jan Ellingsgaard hevði gott pláss eftir hornaspark. Hann setti høvdið undir bóltin, men leðurkúlan fór langt við síðurnar.
76 Gult kort til Tehé Aristide.
74 - ÍF spælir ov skjótt nú. Fuglfirðingarnir noyðast at hugsa meira um, hvar teir skulu flyta bóltin, sigur Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari.
73 07 Vestur hevur fingið ferðina úr spælinum eina løtu. Vágamenn hugsa fremst av øllum um at verja borg.
70 ÍF hevur framt sína seinastu útskifting. Ari Ellingsgaard er skiftur út, og Bárður á Lakjuni er komin inn.
68 07 Vestur hevur skift út. Henning Joensen loysti av Jens Erik Rasmussen.
65 Fuglfirðingar eru nógv meira á bóltinum, og heimaliðið hevur søkt at málinum hjá gestunum. Møguleikarnir verða fleiri og fleiri, og størri og størri.
60 - ÍF hevur ongan framherja inni nú. Chris Muomaife var útskiftur. Innleggini skulu sjálvandi koma tíðliga og eftir jørð nú, tí fuglfirðingar hava onga stóra hóttan inni í brotsteiginum hjá vágamonnum. Ein møguleiki er at flyta Bartal Eliasen fram í álopið, vísir Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari, á.
59 Fritleif í Lambanum royndi seg við skoti, men omanfyri.
56 07 Vestur hevur framt sína fyrstu útskifting. Sjúrður Ellefsen er farin út, og Holgar Djurhuus er komin inn.
52 Abraham Løkin, venjari hjá ÍF, fremur tvær útskiftingar. Fritleif í Lambanum og Chris Moumaife eru farnir út, og Karl Løkin og Nenad Saric eru komnir inn.
49 Tað er nógv meira ferð á heimaliðnum nú.
48 Bogi Løkin sendi á tvørtræið! Landsliðsleikarin var í góðari skotstøðu, tá hann smekkaði til, men vágamenn vóru hepnir.
46 Seinni hálvleikur er byrjaður. Nenad Saric er ikki millum teir fyrstu ellivu. Tað er líkt til, at hann verður skiftur inn skjótt, nú Abraham Løkin, venjari hjá ÍF, noyðist at spenna álopsbogan.
46 Hálvleikur.
Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari, heldur lítið um avrikið hjá ÍF higartil.
- Fuglfirðingar skulu skapa dystin, og tað hava teir ikki megnað. 07 Vestur er uppflytari og skal hugsa meira verjukent. ÍF manglar geist og spæligleði, sigur Sigfríður Clementsen.
44 - Sera umráðandi fyri dystin. Fuglfirðingar kunnu sjálvsagt ikki vera nøgdir við støðuna og noyðast fram á vøllin. Teir noyðast at spæla meira framrættað, og tað er neyðugt fyri undirhaldsvirðið, sigur Sigfríður Clementsen.
43 MÁL! Badara Diedhiou sneiddi tríggjar mótstøðumenn av og spældi bóltin fyri føturnar á Clayton Soares. Framherjin fór framvið Bartali Eliasen og smekkaði bóltin í handara síðunet.
40 Tað hevur verið eitt vet meira ferð á spælinum seinastu minuttirnar, men framvegis eingin málmøguleiki.
37 Rógvi Nielsen, 07 Vestur, sum er vongverji í vinstru, hevur fingið gult kort.
36 - Spælararnir tykjast ikki vita, hvat teir skulu gera við bóltin. Tað er neyðugt við eini hvíld, so venjararnir kunnu siga spælarunum, hvat teir skulu gera. Hetta er ein vánaligur fótbóltsdystur, sigur Sigfríður Clementsen.
32 - Eitt mál hevði havt við sær, at liðini hava dirvið at spæla við fríari teymum, metir Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari.
30 Tað hevur eydnast 07 Vestur at tikið ferðina úr dystinum. Tað er ikki stórvegis undirhald í Fuglafirði í løtuni. ÍF hevur havt onkrar møguleikar, men tað er bara eftir fríspørk og hornaspørk, at heimaliðið søkir at.
24 Fuglfirðingar vóru nær við at leggja seg á odda. Bartal Eliasen var hægstur og stútaði bóltin eftir málinum, men Kristian Joensen vardi fyri. Bólturin ferðaðist stutt frá málinum, men Badara Diedhiou, 07 Vestur, var fyrstur á og sparkaðu bóltin burtur av vandaleið.
21 Bogi Løkin fær gult kort.
17 Jovan Radinovic-Panic hevði kós móti málinum hjá ÍF, tá hann varð rendur um koll, skamt frá brotsteigarmarkinum. Fleiri undraðust yvir, at Bartal Eliasen ikki fekk gult kort. Jens Erik Rasmussen, 07 Vestur, royndi seg við beinleiðis frísparki úr 17 metrum, men bólturin tók í manngarðin og fór út til hornaspark. 07 Vestur fekk lítið og einki burtur úr hornasparkinum.
13 Heimaliðið hevur havt fyrstu veruliga málroynduna. Áki Petersen royndi seg við skoti, men málverjin vardi fyri. ÍF er omaná leikliga.
10 ÍF hevur verið meira á bóltinum fyrstu løtuna, men Kristian Joensen, málverjin hjá 07 Vestur, er ongantíð settur undir trýst. Bogi Løkin, ÍF, hevur verið serliga eyðsýndur fyrstu løtuna.
1 Dysturin er byrjaður. Líkindi at spæla fótbólt eru framúr. Bæði liðini hava aðrar málverjar í dag. Jákup Mikkelsen verjir ikki málið hjá fuglfirðingum í dag. Hann er skaddur. Hallgrím Gregersen loysir hann av. Hans Jørgensen er skaddur, men bráfeingisavloysarin, Bárður Johannesen, er ikki við í hópinum í dag. Kristian Joensen er málverjin hjá 07 Vestur í dag.
ÍF: Hallgrím Gregersen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni, Fritleif í Lambanum, Aleksander Jovevic (Karl Løkin), Ari Ellingsgaard (Bárður á Lakjuni) - Chris Moumaife (Nenad Saric), Bogi Løkin
07 Vestur: Kristian Joensen - Sjúrður Ellefsen (Holgar Djurhuus), Tehé Aristide, Jón Nielsen, Rógvi Nielsen - Jens Erik Rasmussen (Henning Joensen), Jovan Radinovic-Panic, Badara Diedhiou, Eli Falkvard Nielsen, Tór-Ingar Akselsen - Clayton Soares (Sigtór Petersen)
Undan dystinum:
ÍF skal taka lut í altjóða kapping á fyrsta sinni í summar. Fuglfirðingar stóðu seg væl í fjør, og liðið ætlar at betra um flotta úrslitið í hesum kappingarárinum. Higartil hevur ikki eydnast serliga væl. Fuglfirðingar hava millum annað snávað á heimavølli móti botnproppinum B71. ÍF er nummar átta undan dystinum í kvøld, og Abraham Løkin, venjari, hevur stóran tørv á trimum stigum, nú 07 Vestur vitjar.
Poul Ennigarð, Andy Olsen og Jákup Mikkelsen eru ikki tøkir hjá venjaranum í kvøld.
07 Vestur, sum skal royna at endurtaka bragdið hjá sandoyingum, sum vunnu í Fuglafirði. Bárður Johannesen hevur loyst av Hans Jørgensen sum málverji seinastu dystirnar, men hann er ikki við í kvøld. Kristian Joensen verjir málið hjá 07 Vestur.